Í dag, 11. feb. 2016, var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum á vitjan í Páls Høll.
Dennis Holm, borgarstjóri og limur í stýrinum fyri Páls Høll, vísti Rigmor Dam og fylginum úr Mentamálaráðnum runt í Páls Høll og greiddi frá um hvussu Føroya fyrsti langhylur bleiv veruleiki. Eisini var umrøða av vælveru- og fitnessdeplinum og teimum tilboðum, sum er í Páls Høll.
Hetta skrivar palsholl.com.
Sum skilst hevur Rigmor Dam á ferðini í Vági eisini vitjað eittnú Vágs Skúla og Miðlatún, ið er bókasavnið og kunninarstovan miðskeiðis í Vági.