Riise stuðlar Benitez

Vánaligu úrslitini hjá Liverpool hava lagt eitt stórt trýst á Rafael Benitez. Søgur eru frammi um, at Benitez skal venja italska stórfelagið, Juventus komandi kappingarár, og nógvir fótbóltsserfrøðingar meta, at tíðin er búgvin hjá Benitez at leggja frá sær í Liverpool.

 

Fyrrverandi norski Liverpool-spælarin; John Arne Riise er ikki samdur: - Eg haldi ikki, at Benitez skal leggja frá sær. Eg eri vísur í, at hann kann gera eitt gott arbeiðið fyri Liverpool í nógv ár aftrat, sigur Riise við norska TV2.

 

John Arne Riise spældi sjálvur við Liverpool, árini 2004 til 2008. - Tað liggur nógv aftanfyri úrslitini, tá tað gongur illa hjá einum liði, og eg haldi ikki, at Benitez skal leggja frá sær. Hann var ein týdningarmikil persónur hjá mær í tíðini eg var í Liverpool, og eg lærdi nógv tá. At liðið vann Champions League er fyrst og fremst takkað verið honum, sigur Riise.

 

Riise viðgongur, at nógv skal til fyri at fáa Liverpool aftur í oddin. - Okkurt má henda í Liverpool, og tá mugu øll í felagnum taka ábyrgd, og finna út av hvat skal til fyri, at Liverpool aftur kann gerast eitt oddalið. Liverpool skal ikki liggja á einum 6. ella 7. plássi. Liverpool er eitt lið, sum hoyrir heima í Champions League, slær John Arne Riise fast.