Eg, Terje Davidsen, havi bjóðað meg fram sum valevni fyri Sambandsflokkin. Sambandsflokkurin gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum. Vit meta, at innan henda felagsskap eru nógv mál, sum vit kunnu samstarva um og framhaldandi fáa loyst á ein hátt, sum tænir Føroyum best.
Innan ríkisfelagsskapin gera vit t.d. nýtslu av skúla- og útbúgvingarverkinum og sjúkrahúsverkinum. Vit kunnu gera nýtslu av uttanríkistænastuni og eru her góðir møguleikar at gera vart við okkum, har Føroyar hava tørv fyri tí. Hetta er t.d. gjørt innan EF.
Vit ynskja at styrkja ríkisfelagsskapin ? at fáa hann at virka betur.
Soleiðis kann hann vera við at styrkja grundarlagið fyri at búleikast í Føroyum og vaksa um møguleikarnar fyri menning t.d. vinnuliga, so vit eisini uttan fyri Føroyar kunnu gera vart við okkum ? í altjóða høpi.
Veljið sambandsflokkin.
Veljið positivt samstarv innan ríkisfelagsskapin.
Terje Davidsen,
valevni Sambandfloksins