Ríkisfundur í Keypmannahavn í morgin

Í dag fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, saman við trimum landsstýrisfólkum til Keypmannahavnar

Í dag fara fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar. Á skrá er ávegis ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum.

 

Á skrá er ávegis ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum.

 

Hetta er aðru ferð at skipa verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Fyrstu ferð var í fjør.

 

Føroyar yvirtóku um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Føroyum í juni.

 

– Tíverri gerst støðan í heiminum alsamt meiri spent og óviss. Tað er kríggj í Ukraina og Miðeystri, og stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð áður, at Føroyar, Danmark og Grønland hittast regluliga á ráðharrastigi og umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Til ríkisfundin, luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

 

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum, har føroysku umboðini luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum. Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

 

##med2##