Rimmar boriætlan fyri framman

2006 og 2007 kunnu gerast árini, tá gongd av álvara kom á aftur oljuleitingina á Atlantsmótinum. Hesi bæði árini verða eftir øllum at døma boraðir umleið 10 brunnar, fimm í bretskum og fimm í føroyskum øki. Talan er fyri tað mesta um leitibrunnar men eisini um avmarkingarbrunnar.

Oljuleiting
Analysa
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Tá hugsað verður um, at oljufeløg hava borað einar 200 brunnar á Atlantsmótinum - fyri tað mesta vestan fyri Hetland - síðani miðskeiðis í 70-unum, so ljóða 10 brunnar í ár og komandi ár kanska ikki sum tað heilt nógva. Men seta vit hesar í sambandi við tað heldur laka borivirksemið, sum hevur verið í hesum økinum seinastu mongu árini, so er hetta ein ábending um, at nýggjar tíðir eru komnar til Atlantsmótið. Bjartskygnið er størri enn kanska nakrantíð og fleiri av heimsins størstu oljufeløgum eru sinnað til at brúka milliardir av krónum at bora brunnar í hesum enn lutvíst ókenda øki.

Hóast olja og gass er funnið í fleiri av brunnunum, sum eru boraðir vestan fyri Hetland í 25 ár, so er hetta enn "bert" blivið til tríggjar stórar framleiðandi oljukeldur: Foinaven, Shiehallion og Clair. Hesar oljukeldur eru tiknar í nýtslu seinastu 10 árini og hava tær lutvíst stóran týdning fyri samlaðu oljuframleiðsluna í bretskum øki.

Avgerandi spurningurin er tó, hvussu man kemur víðari tvs. ger fleiri lønandi fund. Tað er hetta, sum millum 20 og 30 stór og minni oljufeløg, royna at finna fram til við at gera seismiskar kanningar og síðani bora brunnar. Ein broyting til tað betra er so tann, at smærri olju- og gassfelt bráddliga eru vorðin áhugaverd, nú oljuprísurin er so nógv hækkaður og nú tøknin er so nógv ment. Tað, sum áður varð ov lítið til at útbyggja, er nú stórt nokk.

Hóast tað ikki hava verið stórtíðindi frá Atlantsmótinum leingi, so gjørdist 2004 eitt undantak, tá amerikanski oljurisin Chevron rakti við eina eftir øllum at døma risasstóra oljukeldu skamt frá føroyska markinum.

Tað er henda oljukeldan, sum verður nevnd Rosebank/Lochnagar, ið hevur broytt nærum alt á Atlantsmótinum. Hon er uttan iva orsøkin til stóra áhugan fyri at ogna sær nýggj leitilovyi bæði í føroyskum og bretskum øki. Ein kann siga, at hon er katalysatorur fyri tað, sum skal koma. Kemur tað so langt sum at henda oljakeldan verður útbygd til framleiðslu, so letur tað nógvar nýggjar dyr upp fyri komandi framleiðslur á føroyskum øki eisini. Hetta er sama mynstrið vit t.d. hava sæð rundan um Foinaven kelduna. Har eru aðrar oljukeldur funnar í grannalagnum, sum so eru bundnar uppí Foinaven framleiðslukjarnuna, og slík útbygging ger, at tað bráddliga loysir seg at útbyggja smærri oljukeldur, sum einsamallar fíggjarliga ikki megna at bera seg.

Við hesum stóra oljufundi hevur BP, sum hevur sitið á førarasessinum á oljulokomotivinum á Atlantsmótinum, fingið ein kappingarneyta ella fyri tað viðspælara. Men við sína lið hevur Chevron eisini onnur stór oljufeløg so sum Statoil, Shell, Anadarko og Dong.

Nógv virksemi
Sosialurin hevur roynt at fáa innlit í tær fyri okkum føroyingar mest áhugaverdu verkætlanir á Atlantsmótinum í ár og komandi ár. Tað er líkt til, at tað verða boraðir 10 brunnar í 06 og 07. Seks av teimum eru leitibrunnar, meðan teir fýra helst eru avmarkingarbrunnar tvs. brunnar, sum verða boraðir nærhendis longu staðfestum fundum og sum hava til endamál at siga nakað um her veruliga er talan um rakstrarverdug fund.

Hyggja vit at sergjørda analysukortinum síggja vit, at ein leitibrunnur verður boraður á føroyska landgrunninum í ár, meðan tað verða boraðir 1 leitibrunnur og 3 avmarkingarnbrunnar (appraisal) í bretskum øki vestan og norðan fyri Hetlandí ár.

Brunnurin, sum verður boraður á føroyska landgrunninum, er Brugdan. Avtala varð gjørd herfyri millum ikki færri enn 8 oljufeløg við Statoil á odda um at bora gjøgnum basalt í summar. Boripallur er tøkur og setir á undirgrundina umleið 15. juli. Alt eftir hvussu gongst at bora gjøgnum basalt verður greitt einaferð í heyst, um tey 8 oljufeløgini hava rakt við olju.

Vit skulu leita yvir um markið og inn á bretska landgrunnin fyri at finna teir írestandi fýra brunnarnar í ár. Tríggir av teimum eru longu fráboðaðir. Hesir skulu borast í vár fyri at vita, hvussu stór Rosebankkeldan er og hvussu hon háttar sær.

Fjórði brunnurin á breskum øki í ár skilst er ein leitibrunnur longur inn á bretska landgrunninum. Talan er eftir øllum at døma um leiting eftir gassi, tí mong minni gassfund eru gjørd í hesum umhvørvinum. Her er tað so ConocoPhillips, sum er fyristøðufelag.

2007
Lat okkum síðani hyggja nærri at 2007. Eisini tá verða tað boraðir fimm brunnar. Líkt er til, at heilir tríggir av hesum verða á føroyska landgrunninum. Ein vita vit um við vissu. Tað er Williambrunnurin, sum trý oljufeløg við BP á odda, skulu bora á sumri 2007. Eins og Brugdan, sum verður boraður í ár, er William eisini á basaltøki.

Hini báðir leitibrunnarnir liggja úti móti markinum. Annar teirra liggur í sokallaða Súluprospektinum, har Chevron er fyristøðufelag. Talan er um loyvi, sum varð latið í 2. útbjóðing og sum liggur ikki so langt frá Rosebankfundinum hinumegin markið. Umboð fyri Chevron hava fyrr úttalað, at tað er sannlíkt, at felagið fer at seta á í hesum loyvinum longu í 2007. Tað veldst so helst eisini um úrslitið av brunnunum, sum verða boraðir beint hinumegin markið í ár og tær seismisku kanningarnar í øllum økinum.

Tríði leitibrunnurin á føroyska landgrunninum liggur í loyvi hjá ENI nakað syðri. Hetta er 9 ára loyvið, sum ENI fekk tillutað saman við Faroe Petroleum í 1. útbjóðing. Tað ljóðar, at fyrsti brunnurin í hesum loyvinum verður boraður í 2007.

Fara vit so aftur um markið og inn á bretska landgrunninum síggja vit, at her verða helst boraðir tveir brunnar í 2007. Annar av hesum liggur tætt upp at markinum, longur norðari enn nakar brunnur er boraður áður. Talan er um prospekt, har Chevron er fyristøðufelag. Tað áhugaverda við hesum brunninum er eisini, at danska oljufelagið Mærsk Oil er við, eftir at hava verið burtur úr økinum í mong ár.

Sum skilst verður so eisini ein avmarkingarbrunnur í bretskum øki í 2007, og hann verður helst boraður eitt sindur longur syðri í sambandi við Cambokelduna, ið varð funnin nøkur ár herfyri. Keldan hevur loynistatus ,"Tighthole". Tó vilja keldur í oljuheiminum vera við, at her er talan um eitt veruligt oljufund. Higartil er ein avmarkingarbrunnur boraður, og nú ljóðar, at enn ein skal borast fyri at fáa vissu fyri, at her veruliga er talan um eitt stórt oljufund. Amerada Hess, sum er fyristøðufelag, hevur higartil ongar upplýsingar viljað givið um brunnin. Tó vita vit við rímuligari stórari vissu, at eins og longur norðuri í Rosebankøkinum, er talan um eitt rakstrarverdugt fund.

Onnur øki áhugaverd
Umframt hesr 10 brunnarnar eru sjálvandi eisini onnur øki á Atlantsmótinum, sum hava áhuga hjá oljufeløgunum. Taka vit risastóru Clairkelduna, haðani framleiðsla nústaðni byrjaði í fjør, hóast keldan varð funnin í 1978, so eru ætlanir um at fara undir oljuframleiðslu í fleiri øðrum pørtum av hesi ófatiliga stóru oljukeldu. Stórur spenningur er so eisini um, hvussu verður við enn einum oljufundi, sum liggur miðskeiðis millum Clair og føroyska markið. Talan er um Suilven kelduna, ið varð funnin fyri fleiri árum síðani og sum er mett at vera eitt lønandi fund. Tað ljóðar, at ætlanir eru um at byggja út hesa kelduna til framleiðslu.

Aftrat hesum møguleikum koma so tey mongu smærri gassfundini vestan og norðan fyri Hetland, sum eru gjørd fyri sohvørt hesi mongu seinastu árini. Fleiri oljufeløg við franska oljufelagnum Total á odda arbeiða miðvíst við eini ætlan at útbyggja nakrar av hesum keldum til framleiðslu og festa tey í eina felags leiðing til lands.

Samanumtikið mugu vit siga, at tað er bjart út á Atlantsmótinum, nú alt fleiri brikkar eru við at fella uppá pláss, soleiðis at vit innan ikki alt ov mong ár hava eina veruliga oljukoloni báðumegin markið millum Føroyar og Bretland ella við øðrum orðum vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Brugdubrunnurin okkara megin markið og Rosebankkeldan bretsku megin markið kunnu gerast lopfjølirnar til eina spennandi oljuframtíð um okkara leiðir.