Eftir svíðandi tapið hjá NSÍ farna vikuskiftið, har teir á Svangaskarði tveittu eina 2-0-leiðslu burt og taptu 2-3 ímóti B68, skuldu teir leygardagin royna at reisa seg, tá ið eitt HB-lið við vindi í seglunum kom at vitja.
HB fekk ein hvøkk
Í fyrra hálvleiki var tað HB, sum fyri tað mesta sat á bóltinum, men arbeiðið hjá NSÍ-venjaranum, Kára Reynheim, sum í stóran mun gongur út uppá at halda skipanina í verjandi partinum av spælinum, riggaði væl. HB fekk ikki spælt seg til tað nógva av málmøguleikum, men avgjørt tann størsta fekk ein leysur Christian R. Mouritsen, hvørs skotroynd tó rakti á tvørtræið.
Stutt undan hálvleiki - tað var í 43. og 44. minutti, høgdi NSÍ til við tveimum høggum. Fyrst sendi Árni Frederiksberg eitt frálíkt frísparksmál í netið umvegis yvirliggjaran, áðrenn Klæmint A. Olsen minuttin seinni við góðum einmansavriki økti til 2-0 til NSÍ.
Í seinasta minuttinum í fyrra hálvleiki fekk HB brotsspark, men Kristian Joensen í NSÍ-málinum bjargaði skotinum hjá Christiani R. Mouritsen og syrgdi fyri, at NSÍ heldur óvæntað slapp til hálvleiks á odda 2-0.
NSÍ kundi avgera
Í hálvleikinum tók HB-venjarin, Sigfríður S. Clementsen, avleiðingarnar, og framdi eina tvífalda útskifting. Tróndur Jensen og Andrew av Fløtum komu inn fyri Jógvan Róa Davidsen og Kristin R. Mouritsen.
Stutt inn í seinna hálvleik var NSÍ um at avgera dystin, tá ið Klæmint A. Olsen slapp at renna púra leysur. Teitur Gestsson í HB-málinum vardi tó væl fyri og gav liðfeløgunum møguleikan at venda dystinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk HB ein gyltan møguleika at gera hetta, men umvegis eina drúgva brotssparksstøðu endaði HB aftur við at misnýta brotsspark. Hesaferð varð Vagnur M. Mortensen settur at skjóta, og í fyrstu atløgu bjargaði Kristian Joensen. Eiler Rasmussen bríkslaði fyri umsparki og Vagnur fekk ein møguleika afturat. Aðruferð sat brotssparkið í málinum, men enn einaferð varð dømt fyri brotssparki. Triðju ferð eydnaðist at fáa brotssparkið avgreitt, og aftur tá vardi Kristian Joensen fyri - hesaferð við fótinum.
HB vendi øllum
Tað var ikki fyrr enn 20 minuttir undan leikloki, at HB fekk sett hol á málskjótingina. Innskifti Andrew av Fløtum átti seinasta fótin á trunkaspæli í brotsteiginum, og so vóru lunnar lagdir undir einum comeback frá høvuðsstaðarfelagnum.
Sjey minuttir undan leikloki javnaði HB, tá ið innskifti debutanturin, Jákup Slættalíð, spældi Hall Hansson leysan í feltinum og javnaði hann til 2-2.
Bara tríggjar minuttir seinni var Hallur Hansson aftur upp á spæl. Hesaferð sendi hann eina frísparksperlu beinleiðis í málið og legði harvið HB á odda 3-2.
Andrew av Fløtum sló í yvirtíðini sigurin fastan, tá ið hann við einum frálíkum skoti upp í málhornið skoraði til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 4-2 til HB.
Hetta er annað vikuskifti á rað, at NSÍ missir eina 2-0-leiðslu. Tað kostar, og eru teir úr Runavík nú nærri botninum.
Eftir stílfulla comeback'ið er HB framvegis hektað í oddanum.