Rimmar tiltøk á XV

Í kvøld eigur ROK pallin á Café XV. Cafè XV hevur, tað stuttu tíð tað hevur verið til, havt eina ørgrynnu av tiltøkum, og givið Vágafólki høvi til at hoyra tónleik, sum annars bara var untur aðrastaðni í landinum. Sigast má at undirtøkan eisini hevur verið heilt góð.

 

Nú um halguna ætla tey á XV eisini at vera við , og bjóða ikki minni enn 3 nøvn fram.

 

Í kvøld, 3. jólakvøld, eiga ROK pallin og nýggjársaftan eftir midnátt verður góður nýggjársaftansdansur við CHILL.

 

Í gjárkvøldið vóru tað garvaðu tónleikarnir Henrik Børgesen, Marner Hansen og Jógvan Pauli Joensen ið manna bólkin Shamrock, sum høvdu undirhandið.