Rimmaryvirskot í Fiskavirking

Tað er ikki so løgið, um stjórin og nevndarformaðurin í Føroya Fiskavirking síggja vælnøgdir út í hesum døgum. Roknskapurin fyri 1997 er liðugur og hann vísir eitt yvirskot uppá ikki minni enn 18,2 mió. krónur

Í gjár kom Sosialinum fyri oyra, at Føroya Fiskavirking hevði eitt rimmar ár í fjør.

Søgurnar søgdu, at yvirskotið var uppá heilar 18,2 mió. krónur og vóru hesar søgur sannar, so var talan um eina øgiliga framgongd sammett við árið frammanundan, tá úrslitið var eitt hall uppá 5,6 mió. krónur.

Tað er ikki so ofta, at føroyskar fyritøkur koma út við so stórum yvirskoti - tað er næstan bara peningastovnunum og tryggingarfeløgunum skorið, at vísa so gott úrslit.

Ikki tí, ábendingarnar fingu vit longu tíðliga í heyst, tá hálvársúrslitið kom fram. Tað vísti eitt yvirskot uppá uml. 7-8 mió. krónur, so tað var væntandi, at úrslitið skuldi gerast gott.

Men tað vóru nokk ikki øll, sum høvdu væntað, at tað skuldi gerast so gott, og vit vendu okkum tí til stjóran og til nevndarformannin í Føroya Fiskavirking fyri at fáa váttað tíðindini.

? Jú, tað er rætt, at úrslitið er har á leið, sigur stjórin, Meinhard Jacobsen, sum tó ikki vil koma nærri inn á tey nágreiniligu tølini fyrr enn eftir aðalfundin.

Men hvør er orsøkin til at tað hevur gingið so framúr væl í fjør?

? Marknaðarviðurskiftini hava verið til vildar, og nógvur fiskur er komin upp á land og tað eru tvær høvuðsorsøkir til at vit hava havt eitt so gott ár í fjør, sigur Meinhard Jacobsen.

? Tann triðja orsøkin er, at øll tey 780 starvsfólkini á Fiskavirking kring alt landið, hava gjørt ein kanóninnsats fyri at fáa alt at bera til. Tey eru orsøkin til, at úrslitið gjørdist so gott, sum tað gjørdist, leggur Meinhard Jacobsen.

Hóast hann ikki vildi siga so nógv meir í gjár, so er tað púra greitt, at hann er sera fegin um úrslitið.

? Jú, tað eri eg. Tað er eingin ivi um tað.


Nevndin er eisini nøgd

Eisini Bergur í Garði, nevndarformaður í Føroya Fiskavirking er sera væl nøgdur við úrlsitið.

? Tað sigur seg sjálvt, at vit eru væl nøgd við úrslitið. Tað kann altíð setast spurnartekin við, um úrslitið er nóg stórt sammett við umsetningin, men hetta er ein torførur marknaður og tí eiga vit at verða meir enn væl nøgd við at úrslitið gjørdist so gott, sum tað gjørdist.

Hvørjar eru so, orsøkirnar til, at úrslitið sjørdist so gott, sum tað gjørdist?

? Fyri tað fyrsta hava marknaðarviðurskiftini verið okkum til vildar, og fyri tað næsta, so er nøgdin av fiski, sum er komin upp á land økt nógv í fjør.

? Men tá tað er sagt, so mugu vit eisini viðganga, at eisini innahýsis viðurskifti hava gjørt sítt til, at úrslitið gjørdist so gott, sum tað gjørdist.

Bergur í Garði vísir á, at avgerðin hjá Fiskavirking um at seta á stovn egna søludeild var betri enn skilagóð.

? Nú er samanhangur millum øll liðini, heilt frá framleiðsluni til vøran er seld, og tað ger tað lættari hjá leiðsluni at stýra skilagott, sigur Bergur í Garði.


Rætt at halda fast

Eitt annað, sum sambært nevndarformanninum eisini hevur havt sína positivu ávirkan á góða úrslitið hjá Fiskavirking er, at tað var hildið fast í, at øll virkini skuldu rekast undir einum felag - sum ein eind.

? Í sambandi við umskipanina, sum varð gjørd í 1997 var nógv tosað um at slíta virkini sundur, soleiðis. Hetta var ikki gjørt, og úrslitið av hesum síggja vit í dag. Vit hava eina vælvirkandi framleiðslueind, sum hevur fingið øll virkini at fungera og tað er leiðsluni á virkinum, við Meinhardi Jacobsen á odda, at takka fyri, at tað er eydnast, sigur nevndarformaðurin.

Bergur í Garði vísir á, at nú er eitt gott samstarv millum allar virkisleiðslurnar, sum ger at tað er møguligt at reka virki rationelt.


Politiski trupulleikin

Tað hevur ofta verið frammi í fjølmiðlunum, at tá Fiskavirking kom, vóru øll tey privatu virkini løgd í oyði, og privatu vinnulívsmenninir vóru «útkonkureraðir« av almennum pengum.

So seint sum mikudagin tosaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum um hetta í útvarpinum.

Men hvussu fær nevndarformaðurin í Fiskavirking tað at hanga saman, við tí góða úrslitinum, sum teir hava nú?

? Eg skal byrja við at siga, at eg fari ikki at leggja meg út við politikararnar, men tað er nú einaferð so, at politikararnir hyggja eftir innanlendisviðurskiftum og ikki so nógv eftir marknaðinum.

Politikararnir skulu skapa karmarnar fyri vinnulívinum at virka undir og ikki fara inn í hvørt einstakt virkið. Ein onnur orsøk til at úrslitið er so gott er nevniliga, at Fiskavirking hevur fingið frið fyri politikarunum til at gera tað, sum vit meta er rætt.


Nógvur fiskur

eftir enn

Meinhard Jacobsen heldur eisini, at politikararnir blanda seg ov nógv. Hann sigur, at hann púrt einki skilir av tosinum, sum politikararnir føra í løtuni.

? Og eg haldi ikki, at eg eri einsamallur um tað, sigur hann.

Hann vísir á, at tað fer nógvur fiskur óvirkaður av landinum enn, og at politikararnir áttu at gjørt nakað við tann partin fyrst, áðrenn teir fara at blanda seg í marknaðaruppbýtingina.

? Tað rúka nógv arbeiðspláss og nógvir pengar niðurímillum tá fiskur verður sendur óvirkaður av landinum og tað haldi eg er skeivt. Fiskurin kundi verið virkaður í Føroyum uttan trupulleikar, og vit fara í framtíðini eisini at leggja okkum eftir, at fáa fatur á hesum fiskinum, so vit kunnu fáa meira burtur úr okkara rávøru, sigur Meinhard Jacobsen at enda.

Sum nevnt, so var aðalfundurin hjá Fiskavirking hildin í gjárkvøldið og vit fara í seinni bløðum, at gera meira við Fiskavirking og ársroknskap felagsins.