Ronaldo rindar 2,1 miljónir í húsaleigu um mánaðin

Cristiano Ronaldo og hansara fólk búgva væl í Saudiarabia

Cristiano Ronaldo og hansara fólk hava funnið seg væl til rættis í Saudiarabia aftaná skiftið til Al-Nassr í bestu saudisku fótbóltsliguni.

 

Ronaldo hevur leigað 17 marglætisrúm (luksussuitir) á Four Seasons gistingarhúsinum í Riyadh til síni fólk. Talan er um tvær hæddir í tí 267 metra høga glæsiliga bygninginum.

 

Hesum veit bretski miðilin, Tatler frá at siga.

 

Samlaði kostnaðurin um mánaðin er ein upphædd, ið svarar til 2,1 miljónir í okkara peningi.

 

Men tað má fara at ganga. Ronaldo er tryggjaður eina ársinntøku uppá 1,5 miljardir krónur.