Ring byrjan hjá Mølby

Julian Johnsson var ikki á vøllinum, tá Jan Mølby við greiðum tapi fekk eina vánaliga byrjan í nýggja venjarastarvinum

Ongland

Ein skaði forðaði Julian Johnsson at vera við, tá Hull leygardagin setti sjøtul á eitt nýtt tíðarskeið við Jan Mølby sum venjara.

Fingu bank
Nýggja tíðarskeiðið skal ætlandi bera við sær, at úrslitini í felagnum batna somikið nógv, at felagið komandi kappingarár kann verða partur av uppflytingarstríðnum, men dysturin hesa ferð gav tó lítlar og ongar ábendingar um, at so skuldi verða.
Móti oddaliðnum, Luton, fekk Hull ikki eitt bein til jørðina, og tapið gjørdist somikið greitt sum 4-0, eftir at Luton í hálvleikinum var á odda við tveimum málum.

Einki var gott
Sum vera man, so kundi nýggi venjarin ikki finna tær heilt stóru rósurnar fram eftir dystin, men tó at hann at kalla einki gott hevði at siga um dystin, so var hann eitt sindur bjartskygdur, tá tosað varð um framtíðina.
- Eg visti, at tað ikki stóð væl til, men eg hevði ikki roknað við, at støðan var so vánalig, sum dysturin í dag sýndi.
- Har var einki positivt at taka fram í spæli okkara. Vit spældu snøgt sagt ikki nóg væl.
- Tá tú hevur sæð ein slíkan dyst, spyrt tú altíð sjálvan, um tað var nakað, sum riggaði væl hjá okkum. Vardu vit væl? svarið er nei. Stríddust vit manniliga? Svarið er aftur nei. Var venjingarstøðan nóg góð til at halda ferðini allan dystin? So avgjørt ikki. Alt var rættiliga vánaligt.
- Men eg eri tó sannførdur um, at hetta fer at betrast til komandi ár. Tað er ikki torført at síggja, at nógv er, sum skal betrast, og íroknað hesum eru nøkur heilt grundleggjandi ting, segði Jan Mølby at enda, tá fjølmiðlarnir royndu at fregnast um nýggju avbjóðing hansara.