Scalloway: Eingin ivi er um, at Helgi W. Olsen var tann fimleikarin, sum føroyingar høvdu størstu vónirnar til undan oyggjaleikunum. Ikki minst í ringunum, har talan tær báðar seinastu ferðirnar hevur verið um gull.
Men tað verður talan so ikki um hesaferð. Ein skaði í arminum hevur nevnliga beint fyri hesum vónunum,.
- Eg fekk ein skaða í vár, sum aftur førdi nakrar overvingarskaðar við sær. Eg skræddi ein part av bisceps, og tað hevur argað nakað síðani. Tí hava eg nú tikið avgerð um, at eg ikki fari út í tær tyngstu kappingarnar. Altso ringarnar. Hinvegin eri eg framvegis við á barruni, gólvinum og hestinum.
Men stendur ikki eisini nógv á arminum, tá íðkanir eru í barruni.
- Jú, men ikki á sama máta. Til dømis ikki á sjálvt álbogaliðið, har mín skaði er, so tað man nokk fara at ganga.
Men undir øllum umstøðum, so er sterkasta greinin hjá tær burtur. Er tað ikki eitt sindur keðiligt at skula góðtaka.
- Tað kanst tú ætla. Tað eru serliga tey tungu elementini í ringunum, sum hava verið mín styrki, og tað eru eisini hesi, sum eg havi satsað nógv mest uppá. Í ringunum veit eg, at eg var favorittur, og sjálvur havi eg eisini vant nógv, fyri at fáa nýggj element í mína framførslu. Í hinum greinunum kann eg nokk tað sama, sum eg kundi fyri tveimum árum síðani, men hava hinir havt stóra framgongd her, so verður tað sera trupult at fáa nakað sum helst, staðfesti Helgi.