Gloprarregnið, sum herjaði Keypmannahavn í gjárkvøldið, er sambært bjargingartænastuni Falck tað ringasta, sum hevur verið har tey seinastu 30 árini.
Nógv fólk bóðu um hjálp frá Falck, tí kjallarar og bilar stóðu undir vatni, og elfelagið DONG sigur, at 10.000 húsarhald mistu streymin. Fleiri túsund mistu eisini telefonina og internetið.
Tann týdningarmikli Amager-motorvegurin er stongdur, tí partar av vegnum standa undir vatni, og hóast pumpur hjá bjargingartænastuni pumpa 40.000 litrar burtur um minuttin, verður tað ikki koyrandi eftir vegnum fyrr enn í fyrsta lagi í morginári, sigur løgreglan í Keypmannahavn við TV2. Tokferðslan er eisini illa darvað av tí nógva vatninum.
(sí annars video-klipp frá Youtube (kelda: eb.dk))