Spania er eitt av heimsins størstu ferðavinnulondum, og seinnu árini hava nógvir føroyingar ferðast til Spania við beinleiðis flogsambandinum hjá Atlantsflogi. Í fjør vitjaðu næstan 83,5 milliónir útlendingar í Spania, og tað var tað mesta nakrantíð. Í sjey ár fram til 2019 setti Spania met í ferðafólkatali á hvørjum ári.
Í 2020 var talið á útlendskum vitjandi í Spania tað lægsta síðani 1970. El País skrivar, at umleið 20 milliónir útlendingar vitjaðu í Spania í fjør, og umsetningurin í ferðavinnuni minkaði 75 prosent – úr 690 milliardum krónur niður í 150 milliardir krónur. Hetta hevur við sær nógv vaksandi arbeiðsloysi og afturgongd í sponsku bruttutjóðarúrtøkuni.
Útlitini eru einki serlig, tí hóast vaksina ímóti covid-19 nú er tøk, verður roknað við, at 2021 verður enn eitt vánaligt ár hjá spanskari ferðavinnu.
– Ferðavinnan í okkara landi er í størstu kreppu nakrantíð, sigur Reyes Moroto, vinnumálaráðharri, við El País.
Ferðavinnan kring allan heim hevur verið fyri stórum bakkkasti í ár. World Tourism Organisation (UNWTO) metir, at talið á ferðafólki kring heimin minkaði við umleið 70 prosentum í fjør og er tað lægsta síðani 1990.
##med2##