Í gjár høvdu bjargingarlið funnið 55 lík, men tá vóru 33 fólk ikki komin afturíaftur, og myndugleikarnir stúra tí fyri, at ódnin Tokage helst hevur kravt meiri enn 80 mannalív.
Sambært bjargingarliðunum doyðu tey flestu, tá skriðulop tóku hús og bilar við sær. Onnur druknaðu, tá oysandi regn legði stór øki undir í vatni, tí fleiri áir fóru upp um áarbakkarnar. Eitt skúlaskip sjá sjóvinnumyndugleikunum við 167 fólkum umborð fór á land nakað vestan fyri Tokyo, men tað eydnaðist bjargingarliðunum at bjarga øllum.
Í sjálvum Tokyo máttu myndugleikarnir flyta nógv fólk burtur, og fleiri skúlar vórðu stongdir. Nógv almenn starvsfólk fingu eisini frí, tí stovnarnir lótu aftur. Minst 40.000 húsarhald á Tokyo-leiðini mistu streymin.
Japanskir veðurmenn siga við Reuter-tíðindastovuna, at Torkage hevur gjørt størri skaða enn tær flestu ódnirnar, sum hava herjað landið, og orsøkin er, at hon rakti ein nógv størri part av landinum, enn tílíkar ódnir vanliga gera, siga teir.
Veðurmenninir siga, at ódnin er tann ringasta í tíggju ár, men hon hevur kravt fleiri mannalív enn nøkur onnur ódn siðani 1991, tá ódnarveður kostaði 62 fólkum lívið.
Tokage er tann 10. ódnin, sum hevur rakt Japan í ár, og meiri enn 100 fólk hava latið lív. Fyrr í hesum mánaðinum rakti ódnin Ma-on Tokyo, og seks fólk doyðu.