Amerikanska partabrævavirðið fall nógv sum ein avleiðing av gjaldssteðginum hjá Lehman Brothers í gjár, og í Asia er stórt fall í morgun Tað var ikki bara gjaldssteðgurin hjá Lehman Brothers, sum fekk virðið á amerikonskum partabrøvum at fella nógv í gjár. Ein onnur orsøk var, at nógvir íleggjarar stúra fyri, at gjaldssteðgurin kann fáa avleiðingar fyri heimsbúskapin.
Ídnaðarvísitalið hjá Dow Jones fall 4,32 prosent í gjár, og so stórt hevur fallið ikki verið síðani tann 11. septembur í 2001, skrivar Ritzau.
Nasdaq fall 3,60 procent og Standard & Poors 500-vísitalið fall 4,61 procent.
Í Asia var eisini stórt fall, tá marknaðirnir har lótu upp í morgun. Í Suðurkorea var fallið 6,5 prosent og í Hongkong 4,6 prosent.