Ringdi og segði seg vera frá løgregluni

Onkur hevur í gjár ringt til fólk og roynt at lokka upplýsingar frá teimum við at siga seg vera frá løgregluni

Sambært vakthavandi á politstøðini í Havn í morgun, so vendu tvey fólk sær til løgregluna í gjár og boðaðu frá, at ein persónur ringdi til teirra við duldum nummari. Viðkomandi segði seg vera frá løgregluni, og hann bað um upplýsingar um lán, sum tey skulu hava tikið.

Í báðum førum óraðu tey ilt og spurdu viðkomandi, hví hann skuldi hava hesar upplýsingar. Tá var hornið lagt á. Persónur tosaði danskt.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at løgreglan ringir ikki longur við duldum nummari. Um ringt verður frá fastnettelefon hjá løgregluni, so stendur 351448 á skíggjanum. Og ringja løgreglufólk við fartelefon, so sæst nummarið eisini. Fólk kunnu tí altíð í slíkum førum spyrja, um tey kunnu ringja uppaftur.

Av tí at eingin misti pengar í hesum føri, so verður ikki meira gjørt við málið, sum verður skrásett. Løgreglan frættir fegin, um fleiri fólk hava fingið slíkar uppringingar.