Nýggi Ford 550 brandbilurin hjá Miðvágs og Sandavágs kommunu lýkur øll krøv sum brunalógin ásetur. Bilurin er ein Ford 550 4x4 við V8 turbo dieselmotori við intercoolara og 270 hk. Hetta er fyrstu ferð at Ringe Karrosseri A/S hava bygt ein amerikanskan bil um til brandbil. Bilurin bleiv keyptur beinleiðis úr USA og umbygdur til brandbil. Teir tóku bilin og skóru takið á førarahúsinum sundur heilt fram til forrútin og víðkaðu húsið við 15cm í hvørjari síðu, fyri at geva betur pláss til at tríggir roykkavarar kunnu sita á baksetrinum. Kassin aftan fyri húsið er innrættaður við ein 2000 litur vatntanga og bæði há- og lágtrýstpumpu. Ein teleskop ljósmastur kann skjótast upp úr takinum við trýstluft og ein trýbýttur stigi liggur omaná takinum, roykkavraútgerð er innbygt í setrini, so tað er skjótt og latt at lætta seg í tey, tað eru eisini tvær hátrýstslangur sum eru 60 m langar við strálirøri, sum ger tað møguligt at fremja eina skjóta sløkking. Hetta er bert nakað av tí, sum ein slíkur bilur er útgjørdur við. Har er annars alt sum brunalógin ásetur.
Fleiri sýna áhuga
Ringe Karrosseri A/S er ein fyritøka í støðugari menning innan uppbygging av flutnings- og tilbúgvingarakførum. Tilsamans 15 fólk arbeiða í fyritøkuni. Brandbilurin til Miðvágs og Sandavágs kommunu er fyrsti bilurin teir hava bygt til Føroyar, men hann verður ikki tann síðsti, tí fleiri aðrar kommunur í landinum hava sýnt bilinum stóran áhuga og eru í ferð við at bíleggja sær ein brandbil frá Ringe Karrosseri A/S. Ein fyrimunur við bilum í hesari støddini, er, at teir eru ikki ov stórir, samstundis sum teir eru kvikir og skjótir á staðið, tá brúk er fyri teimum. Umframt brand- og tilbúgvingarbilar umbyggja Ringe Karrosseri A/S eisini avlamisbilar og innrætta vørubilar.