Ringja til løgregluna at kæra sína neyð

Seyður, sum gongur leysur, er til stóran ampa hjá fólki

Seyður, sum gongur leysur ímillum hús, og ger seg inn á grasplenur, urtagarðar og kálgarðar, er ein stór plága hjá nógvum fólki kring landið í hesum døgum.

 

Hesa tíðina skal seyðurin vera í haganum, men løgreglan sigur, at tað er dag og dagliga, at fólk ringja og gremja seg um, at tey fáa ikki frið fyri seyði.

 

Bygdirnar í Sundalagnum er eitt gott dømi um, at skilið hevur verið ringt seinastu dagarnar.

 

Ansingarmaðurin hevur tikið nógvan seyð upp í fleiri dagar, og bara í gjár tók hann 22 seyðir upp, sum gingu í bønum, sigur Karl Johansen, sýslumaður. Men hesar seinastu dagarnar hevur hann tikið seyð upp dag um dag. Ofta er talan um sama seyðin, men hann dregur so annað við sær eisini.

 

Har hevur trupulleikin verið so stórur, at málið er beint til sýslumannin.

 

Og Karl Johansen, sigur, at hann hevur beint málið víðari til kommununa at taka sær av.

 

Hann sigur, at hetta er ein trupulleiki, kommunan eigur at loysa. Kommunan hevur eina hegnsýnisnevnd, sum hevur rættiliga víðar heimildir Er stikið ikki heilt, kann hon áleggja eigarunum, sum hava skyldu at halda tað, at stika. Gera teir ikki tað, kann hegnsýnisnevndin biðja fólk at stika fyri eigarans rokning.

 

Er stikið heilt, kann nevndin áleggja teimum, sum eiga seyðin, at tryggja, at hann heldur seg uttangarðs. Og eydnast tað ikki, kann nevndin áleggja eigarunum at avtaka seyðin, sum elvir til trupulleikar, í heyst.

 

Ein orsøk til, at óskilið við seyði er so stórt í ár, kann vera, at tað hevur verið so kalt, at tað er næstan eingin gróður í haganum, tí leitar seyðurin sær aftur í bøin, har meiri gras er.