Tað er ein rættiliga vónleys støða sum politikari, kommunal- ella landspolitikari, at fáa bilbugt við vaksandi tørvin á stovnsplássum til børn í Føroyum. Hinvegin er støðan hjá foreldrunum, ið ikki vita sær síni livandi ráð, hvat tey skulu gera við hesi góðu børn, tá ið tey eru til arbeiðis, ikki minni vónleys. Fyri ikki at tala um støðuna hjá børnunum, ið verða tveitt millum Per og Pól.
Mánakvøldið skipaði Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn fyri almennum fundi í Mettustovu um henda stóra trupulleikan, ið so nógv kenna til. Trongu hølini í Mettustovu úti á Reyni fyltust skjótt við foreldrum, serligum mammum, og á prátinum skiltist, hvussu stór neyðin er. Tey vóru øll møtt í vónini um, at eitthvørt ítøkiligt kom á borðið, eitthvørt ið kundi loysa neyðina, tey eru í.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, og Elin Lindenskov, býráðslimur og forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, ið báðar høvdu orðið á fundinum, eru púra greiðar yvir stóra trupulleikan. Tær høvdu fingið til uppgávu at greiða frá, hvørjar ítøkiligar framtíðarætlanir land og kommuna hava á hesum økinum, um landsstýrið røkkur síni mál sambært samgonguskjalinum, og um nær upptøkureglurnar, ið Tórshavnar býráð hevur samtykt, koma í gildi.
Landsstýriskvinnan byrjaði innleggið við at siga, at hon kundi ikki siga nakað ítøkiligt um ætlanir landsstýrisins so leingi, arbeiðsbólkurin, ið útgreinar økið, ikki er liðugur við arbeiðssetningin. Hesin arbeiðsbólkurin, ið er mannaður við umboðum fyri Almanna- og heilsumálastýrið, Fíggjarmálastýrið, Løgmansskrivstovuna, og kommunur, arbeiðir við at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um, hvussu alt barnagarðsøkið verður skipað í framtíðini. Í hetta arbeiðið inngongur eisini, hvussu uppgávu- og ábyrgdarbýtið verður millum land og kommunu, og hvørjar heimildir fylgja við.
- Arbeiðið er komið væl áleiðis og tað er sum skilst ein rímilig semja í arbeiðsbólkinum. Um tikið verður undir við tilmælinum, verður tað sett í verk við ársbyrjan næsta ár. Endamálið við hesum er at fáa reinari og greiðari linjur. Tað er meiningsleyst sum er, at bý- og bygdaráð ikki sleppa í holt við at loysa trupulleikan á hesum økinum, tí tey bíða eftir svari úr landsstýrinum. Eingin kennir betur enn kommunali myndugleikin, hvør tørvurin er á staðnum. Tað eru ivaleyst kommunur, ið hava ráð og umstøður at seta á stovn barnagarð, men so leingi uppgávubýtið ikki er útgreinað, ber hetta ikki til, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tórshavnar kommuna er altráð eftir at sleppa at umsita barnagarðsøkið sjálv. Í eini skiftistíð er hugsandi, at kommunan fær blokkstudning, har landsins partur er íroknaður.
- Vit ynskja at yvirtaka alt økið, ikki tí vit so fegin vilja gjalda alt. Tá ið kommunan fær ábyrgdina, verða býráðspolitikarar meiri virknir í at loysa trupulleikan, tí tá kunnu teir í øllum førum ikki skjóta skyldina víðari.