Arbeiðið at byggja nýggjan skúladepil í Hovi hevur fingið eitt skot fyri bógvin.
Grundstykkið, sum skúlin skal standa á, er slættað og gjørt byggibúgvið í summar, og nú í heyst varð ætlanin at arbeiðið at byggja skúladepilin, skuldi bjóðast út.
Men tað verður tað ikki!
Áðrenn arbeiðið skuldi bjóðast út, varð fyrst bjóðað inn til prekvalifisering, har byggifeløg, sum høvdu áhuga í at byggja skúlan, kundu bjóða seg fram. Síðani skuldi Landsverk meta um feløgini og gera av, hvør skuldi sleppa at bjóða.
Men tað varð als ikki neyðugt, tí tað er bara eitt einasta byggifelag, sum hevur bjóðað seg fram.
Av tí sama verður skúlin heldur ikki bjóðaður út.
Einsamalla felagið, sum hevur víst áhugað fyri at byggja skúlan, er MT-Højgaard.
Ongantíð verið so galið
Tað er Landsverk, sum stendur fyri arbeiðnum og Kristian Rasmussen hjá Landsverki, sigur, at nú verða samráðingar við MT-Højgaard um at byggja skúlan.
- Her er onki at gera enn at fara í samráðingar við MT Højgaard um byggingina, so vil tíðin vísa, hvat tað førir til, sigur Kristian Rasmussen.
Hann sigur, at tað kemur ikki heilt óvæntað á landsverk, at tað ikki var stórur áhugi fyri at byggja skúladepilin, tí øll byggifeløg hava fullar ordrabøkur, eisini byggifeløg í Suðuroy.
- Men tað kemur heilt óvart á okkum, at áhugin er so lítil, at bara er eitt einasta felag, sum er sinnað at fara í holt við arbeiðið.
- So galið hevur tað ongantíð verið áður, leggur hann afturat.
Hann sigur, at í øðrum verkætlanum, sum Landsverk stendur fyri, hevur hann lagt til merkis, at ymisk arbeiðið verða nógv dýrari at gera enn upprunaliga mett.
Tað er ein ábending av tí sama, sum ger seg galdandi í Suðuroy, heldur hann.
- Tað er so nógv at gera, at tað fáast ikki hondverkarar til alt, sum skal byggjast.
60 milliónir er hægsta mark
Kristian Rasmussen sigur, at MT Højgaard hevur boðað frá, at fæst ein nøktandi avtala við Landsverk, er tað framvegis áhuga í, at fara í holt við byggingina.
Men kann tað ikki eisini ikki trýsta prísin á skúladeplinum uppeftir, at tað er so stórt trot á
handverkarum, at tað bara er eitt felag, sum bjóðar seg fram at byggja skúladepilin? <SUP$?$END$!$< EM SUP$?$end$!$<>
- Fáa vit eina avtalu, skuldi tað ikki merkt so nógv fyri prísin og byggitíðina. Men tað er so einfalt sum tað, at Løgtingið hevur játtað okkum 60 milliónir at byggja fyri, so dýrari enn tað, kann skúladepilin ikki vera.
Kristian Rasmussen sigur, at ber ikki til at fáa eina avtalu innanfyri tær 60 milliónirnar, eru tríggir kostir í at velja: Antin verður ætlanin slept, ella verður hon útsett. Ella verður skarvað av projektinum so at tað kann haldast innanfyri fíggjarliga karmin upp á 60 milliónir. Og triði møguleikin er, at politikararnir játta meiri pening, so at skúladepilin kann byggjast sum ætlað.
- Tað verður í øllum førum ein spurningur, sum Løgtingið má taka støðu til.
Hann væntar kortini, at tað fer at bera til at fáa eina avtalu við MT-Højgaard, so at skúladepilin kann byggjast sum ætlað, tí 60 milliónir áttu at verið nóg mikið, heldur hann.
Trot á handverkarum
Men tað er greitt, at hetta reisir enn einaferð spurningin á hondverkaratrotið í Føroyum. Spurningar, sum uttan iva fara at verða tiknir upp í hesum sambandi, er um byggiætlanir av ymsum slagi skulu útsetast til byggivinnan og búskaparurin eru kólnað aftur.
Men aðrir spurningar, sum helst fara at verða reistir, er, um skipanir skulu gerast, so at tað ber til at fáa útlendskar handverkarar til Føroya at byggja tað, sum skal byggjast, men sum føroyingar ikki megna sjálvir. Ein onnur loysn er at gera skipanir, so at føroysku hondverkararnir, sum eru uttanlands, verða eggjaðir til at koma heimaftur og teir eru nógvir í tali.
Tilsamans hevur Løgtingið játtað 60 milliónir til skúladepilin. Ì ár eru 18 milliónir settar av til byggingina, men tær verða ikki brúktar upp. Í 2007 er ætlanin at seta 35 milliónir av til byggingina og í 2008 skulu tær seinastu 18 milliónirnar játtast.
Men sum støðan er nú, ber støðan eisini í sær, at skúlin verður eitt sindur seinkaður.
Upprunaliga skuldi hann vera liðugur á nýggjárinum 1998, ella um eitt gott ár. Men eftir eini nýggjari tíðarætlan, sum er løgd, stendur, at skúlin eftir ætlan verður liðugur eitt hálvt ár seinni, ella á sumri 2009.