Fuglafjørður: Um vikuskiftið bjóðar Fuglafjørður seg fram sum vertur fyri ársins Varmakeldustevnu.
Í eina tíð hevur ein nevnd við umboðum úr teimum ymsu ítróttarfeløgunum fyrireikað skránna. Nú er hon klár.
Tá Vónbjørt sjálv hyggur eftir skránni, kann hon staðfesta, at tað er ikki so einfalt at fáa alt at hanga saman eitt slíkt vikuskifti:
Fólk eru longu farin í summarfrí. Tey vilja ikki hava annað at hugsa um, og mong eru kanska longu farin av landinum.
- Tað er líkasum ikki sami hugurin at fara á stevnurnar longur. Tíðin er nærum farin frá teimum, staðfestir Vónbjørt.
Varmakeldan 2007 verður annars sett leygardagin kl. 14 av Egon Øregaard.
Spurningur um at yvirliva
Varmakelda verður hildin á hvørjum ári, men FM-róðurin í kapprógving telur bara við annaðhvørt ár.
Í ár telur hann við, men tað ger hann altso ikki næsta ár. Hetta síggja eisini tey aftur, sum fyrireika stevnurnar.
- Kappróðurin er hann, ið dregur nógv fólk higar. Men við tí nógv minkandi áhuganum, er bara spurningur um tíð, hvussu leingi stevnurnar kunnu yvirliva, staðfestir Vónbjørt.
Fyrr vóru fáar bygdastevnur, har fólk í hópatali leitaðu sær hvørt einasta vikuskifti. So er ikki longur.
Í dag er Varmakelda bara ein stevna millum mangar aðrar fyri mong. Men fuglfirðingar í býi og av býi munnu kortini síggja fram til eitt vikuskifti, har teir kunnu koma saman á henda hátt.
Okkurt nýtt
Nú eru stevnur á hvørjum tanga og haraftrat eru tónleikafestivalarnir komnir aftrat.
- Vit hava umrøtt nógv viðurskifti í sambandi við stevnuna, og hava roynt at hyggja eftir, hvat hinar stevnurnar ikki hava.
- Men skráin í ár kortini verður stórt sæð tann sama sum tann í fjør, sigur Vónbjørt eitt sindur hørm á málinum.
Veruleikin við stevnunum og vakra navn hennara hava eftir øllum at døma ikki so nógv til felags!
Vónbjørt sjálv hevur einki ímóti festivalunum, men sær bara fyri sær, at tað er helst bara ein spurningur um tíð, nær bygdastevnurnar detta niðurfyri.
- Eg vóni sjálvandi ikki at vit koma so langt. Tað er kortini ein sannroynd, at tað er ringt hjá okkum at finna uppá nakað nýtt á hvørjum ári.
- Vit kunnu bara staðfesta, at stevnurnar líkjast rættiliga nógv, og at tað er ringt at finna uppá nakað sum onnur ikki hava á síni skrá, sigur hon.
Alt tað vanliga
Hóast hesi heldur døpru útlitini, hevur tað ikki hildið fyrireikarunum aftur í at leggja eina fjølbroytta skrá til rættis.
Stevnan í ár fer at innihalda alt tað, sum ein stevna skal: Fólkafund, midnáttarsamkomu, felagssang, møtir, ítrótt, dans, tivoli og alt hitt.
Eitt verður kortini ikki á stevnuni í ár, og tað er ferðin út á sjálva Varmakeldu. Hetta tiltakið verður ístaðin inni í býnum.
Kappróðurin verður sjálvandi á skránni leygardagin. Og fyri fuglfirðingar verður hetta ein spennandi seinnapartur, nú lív av álvara er við at koma aftur í kappróðrarfelagið í býnum.
- Nevndin í felagnum hevur gjørt eitt gott arbeiði, og er av álvara farin undir at fáa kappróðurin at menna seg aftur, sigur Vónbjørt.
Veðrið hevur alt at siga
Eitt er at leggja skránna til rættis. Eitt heilt annað er, hvussu veðrið skikkar sær.
Her kunnu fuglfirðingar tíverri staðfesta, at veðrið hevur als ikki verið teimum til vildar tey seinastu árini.
- Nei, veðrið hevur verið bedrøviligt á fýra teim seinastu stevnunum. Og tað er ikki júst slíkt, sum ger at fólk fer á stevnu.
- Eg haldi, at vit treingja til eitt vikuskifti við góðum veðri, sigur Vónbjørt Olsen.
Ein varmakelda uttan Varmakeldu
Varmakelda – undir eiðinum millum Fuglafjørð og Gøtu – er heit kelda umleið 19 stig. Fólk vildu vera við, at vatnið úr henni átti heilsubøtandi megi.
Siður var áður at koma saman við kelduna á gomlu Jóansøku, náttina millum 4. og 5. juli.
Undanfarin ár hevur somuleiðis verið siður hjá stevnuluttakarum at fara út á hetta staðið, har røða, felagssangur og føroyskur dansur plagdu at vera á skránni. Í ár verður kortini øðrvísi.
Tiltakið úti á Varmakeldu verður ístaðin við Mentanarhúsið í Fuglafirði. Orsøkirnar til hetta eru mangar, m.a. at tað liggur so langt burtur frá sjálvari stevnuni og at tað haraftrat hevur viðrað so stak illa tey seinastu árini.
- Tí hava vit valt at flyta hetta tiltakið í ár, sigur Vónbjørt Olsen