Ringt at steðga harðskapi í familjum

Tað er ikki óvanligt at kvinnur, sum eru bukaðar, nokta blankt, eisini tá ið tær enda á skaðastovuni

- Øll, sum eru vitni til harðskap kunnu melda. Og hoyrir tú larm og lamenterilsi úr einum húsum, og tú fært illgruna um at talan er um harðskap, kanst tú melda.

Men noktar kvinnan fyri harðskapi, tá ið løgreglan kemur á gátt, er ikki nógv at gera.

 

Tað staðfestir Elin Winther Poulsen, sum samskipar heildarætlanina ímóti harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Hon hevur verið í Kvinnufelagnum í Havn og greitt frá um heildarætlanina, sum hevur fingið navnið, ”Sig Frá”.

- Vil tann, sum er fyri harðskapi, ikki sjálv boða frá, er ógvuliga avmarkað, hvat ið tey, sum eru rundanum, kunnu gera.

 

 

Á fundinum í Kvinnufelagnum varð eisini víst á, at tað er ikki altíð at tað hjálpir hjá vinfólki at tosa við eina kvinnu, sum eru fyri harðskapi, tí tað er ikki óvanligt, at hon avsannar tað.

Men á fundinum var ført fram, at viðhvørt kann slíkt prát kortini gongd í okkurt, sum kann enda við, at hon hóast alt boðar frá, um ikki beinanvegin, so seinni.

 

- Skal ein endi fáast á harðskapinum, má kvinnan, sum er fyri harðskapinum, viðurkenna og boða frá.

 

Les eisini: Eisini børn hava brúk fyri hjálp

 

Á fundinum førdi eisini ein lækni fram, at tað er ikki óvanligt, at kvinnur, sum enda á skaðastovuni fyri harðskap, nokta blankt fyri at tað er harðskapur, sum er orsøkin til skaðan og tey bláu merkini.

 

Hóast tey á skaðastovuni kenna skaðarnar aftur og innast inni vita, at tað stavar frá harðskapi, verður tað avsannað avgjørt.

 

- Vanliga forkláringin er, at tey eru dottin og hava knallað kjálkan í baðikarið, ella okkurt sovorðið.

 

- Tað hendir seg eisini, at sama kvinna er tvær og tríggjar ferðir á skaðastovuni fyri at vera ”dottin á súkklu”, hóast vit vita, hvat veruliga orsøkin er.

 

 Á fundinum í Kvinnufelagnum varð staðfest, at lyndið til at burturskotrað harðskapin  kann vera øgiliga sterkt, kanska tí at upploysist heimið, fær tað álvarsliga avleiðingar, eisini fíggjarligar.

Og avleiðingarnar kunnu vera so álvarsligar, at kvinnan heldur følir seg noydda til at bíta harðskapin í seg.  

 

Tað kann eisini vera ein spurningur um at prógva harðskapin. Eitt blátt eyga er lætt at prógva, men haraftur ímóti er sálarligur harðskapur verri at prógva, tí hann sæst ikki. 

 

Læknin legði afturat, at skaðar, har illgruni er um harðskap, verða skrásettir serliga nágreiniliga, skuldi tað verðið brúk fyri upplýisingunum seinni.