Ringt at tosa um sorg

Í næstum verður ein sorgbólkur stovnaður. Tað eru tær báðar, Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen, ið eru bæði sjúkrarøktarfrøðingar og psykoterapeutar sum standa fyri hesum.

- Í sorgbólkinum ynskja vit at veita hjálp og stuðul, so at ein kann fyrihalda teg til ta pínu og tær kenslur, sum sorg kann viðføra, siga tær báðar, og vísa á, at málbólkurin eru fólk ið hava mist ein kæran sum t.d. hjúnarfelaga/sambúgva ella onkran ið stóð tær serliga nær.

Mong bera sorg av onkrari orsøk, og í sorgbólkinum er møguleiki at tosa um sína sorg og teir trupulleikar í standast av hesum, við fólk ið hava verið úti fyri líknandi sorg og tí kenna teir trupuleikar og tær kenslur, ið fylgja við missinum.

Ætlanin er, at í bólkinum skulu vera upp til 8-9 persónar. Tað er sjálvandi tagnarskylda í bólkinum.

- Endamálið við at vera í bólkinum er, at hvør einstakur lærir at liva víðari við teimum broyttu lívskorðunum og finnur lívsgleðina og vónina aftur, sjálv um sorgin altíð vil vera ein partur av lívinum hjá viðkomandi, siga tær báðar, Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen.

Ætlanin er at byrja bólkin í vár, og síðani at møtast einaferð um mánaðin.