Føroyingar, sum eru farnir undir útbúgving uttanlands, er í stóran mun útihýstir frá at fara á val til løgtingið.
Tøl frá Studna, vísa, at einir 1.600 føroyingar eru skrásettir at verða lesandi uttanlands. Hóast tey eru farin uttanlands, kunnu tey framvegis varðveita sín valrætt í Føroyum. Men hóast tað, vóru tað bara 400 fólk, sum skrásettu seg til seinasta løgtingsval.
Orsøkin til tað er, at mannagongdirnar eru so stirvnar, at tey tíma ikki í holt við at lata seg skráseta.
Anna Sofía Lava, forkvinna í Meginfelag føroyskra studenta, MFS, í Danmark, heldur, at hetta er ein missur fyri Føroyar, og at allir flokkar áttu at havt áhugað í at valluttøkan á løgtingsvalinum varð størri.
Høvdu tey lesandi uttanlands tikið lut á valinum, hevði løgtingið í størri mun verði ein spegilsmynd av fólkinum, tí sum støðan er nú, eru tað mong, sum ikki kenna seg aftur í samfelagnum, men vilja hava broytingar. Og tað hevur stóran týdning, tá ið tey lesandi skulu taka støðu til, um tey vilja flyta heim aftur, ella ikki.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr, Onnu Sofíu Lava greiða frá, hvussu hvørji MFS heldur, at tað hevði borið til at bøtt um støðuna.