Ringt ár hjá sjófuglinum

Aftur í ár miseydnaðist summarið hjá flestu sjófuglunum.

Ringast gekst hjá teimum, sum bert liva av nebbasild og yngli uppi í sjónum; ternuni,

lundanum og rituni.

Hesir fuglar fingu at kalla ongar pisur undan, og

lundin rýmdi frá eggunum. Hetta er annað árið á rað, at lundin er rýmdur

frá eggunum og 6. árið á rað, har ongin lundi er fleygaður í Skúvoy.

So galið hevur ikki verið fyrr, og hetta bendir á stórar broytingar í

sjónum nær landi, tí hesir fuglar fara ikki langt eftir føðini til

pisurnar.

Súlan, sum kann taka størri fisk, t.d. seið, sild og makrel og

eisini kann flúgva langt eftir føðini, hevur harafturímóti klárað seg

væl.

Kelda. Havstovan