Ringurin sum kom aftur úr Mallaig

Úr Dalry, sunnast í Skotland, helt ferðin nú fram norðureftir vestantil á Skotlandi. Her varð steðgað í Mallaig, har føroyingar eisini høvdu sínar slóðir. Ein serlig hending var ringurin, sum kom aftur til Føroya eftir meira enn 40 ár

Í seinasta parti varð greitt frá ferðini til Dalry sunnanfyri Glasgow, har William G. Sloan varð føddur 175 ár frammanundan. Vitjað varð á staðnum, har Sloan var føddur, og hildið var eitt lítið minningarhald í Brøðrasamkomuni í býnum.
Men við tí teini, sum skuldi ferðast henda dagin, var tíðin í Dalry avmarkað, so kl. 12 mátti farast víðari.
Í tí fína veðrinum var bussferðin norður gjøgnum Skotland vestantil eitt stórsligið upplivilsi við fjøllum og dalum umframt tey stóru vøtnini.
Tað verður sagt, at ferðin við jarnbreyt henda teinin er millum tær 10 flottastu í øllum heiminum. Nakað tað sama má eisini vera galdandi fyri bussferðir.
Tað var steðgað ymsastaðni á leiðini, millum annað í Fort William, sum er nærindis Ben Nevis, sum við sínum 1344 metrum er hægsta fjall í Bretlandi yvirhøvur. Tí koma eisini nógv ferðafólk higar. Her búgva um 10.000 fólk.

Føroysk søga í Mallaig
Næsti støðgurin var Mallaig. Hetta er ein lítil bygd, har tað búgva um 1.000 fólk. Hetta er ein niðursetubygd, sum vit kalla tað, tí hon stavar frá 1840.
Tað, sum gevur henni ein vissan týdning, er, at jarnbreytin sunnani frá endar her. Jarn­breytin er annars kend frá Harry Potter film­unum. Tað ber framvegis til at koyra mill­um Mallaig og næsta grannabýin fyri sunnan Fort William við einum serligum Harry Potter toki.
Tann kendi filmurin hjá danska leik­stjóra­num Lars von Trier, Breaking the Waves, er inn­spældur her.
Mallaig er ferjuhavn við samband til fleiri oyggjar á leiðini, og eisini til Isle of Skye. Eisini er Mallaig fiskivinnuhavn, og tað er í hes­um sambandi, at Føroyar koma inn í myndina.

Sildin, sum hvarv
Henda søgan hevur samband við norð­havs­sildina, sum hvarv í 1969.Vit høvdu síðan sein­ast í 1940 árunum havt upp til 50 skip, sum høvdu veitt sild við gørnum í Eysturdjúp mill­um Føroyar og Ísland. Meðan veiðan var hampilig í 1968, fór hon snøgt sagt niður í einki í 1969.
Hetta kom okkara sildaskipum dátt við, og nú vóru góð ráð dýr. Hendan vinnan var blivin ein sera stórur partur av okkara vinnulívi, eis­ini á landi. Ikki minst við øllum tí arbeiði, sum sildin gav á landi við at umpakka hana til útflutnings. Nógvar myndir eru frá teirri tíð­ini, tá ið t.d. keiøkið á vestaru kai í Havn var yvirbreitt av sildatunnum.

Aftur var Sofus Poulsen í Aberdeen hentur
Tískil vendu reiðarar og skiparar sær til Lands­stýrið fyri at fregnast um møguleikar vóru at hjálpa sildaskipunum, sum nú vóru komin í rættuliga trongstøðu av sildaloysinum. Her er tað, at Sofus Poulsen, okkara umboðsmaður í Aberdeen, kemur inn í myndini. Hann greiddi frá tí, sum hendi í FF-blaðnum í 2005:

Umboðsstovan í Aberdeen fekk telexboð úr Tinganesi um at kanna møguleikarnar tann veturin at keypa sild í Orknoyggjum og Hetlandi. Eg fekk uppgávuna, og eg visti at í Orknoyggjum og Hetlandi var eingin sild at fáa um veturin. Hevði eisini ferðast víða um í Skotlandi, serliga á vesturstrondini og á Hebridunum. Tí visti eg, at har var stór sildaveiða um veturin. Eg setti meg so í sam­band við havnamyndugleikarnar og silda­sølu­menninar í Mallaig, Ullapool og Stornoway fyri at kanna, um møguleikar vóru hjá okkara skipum at koma niður hagar at keypa feska sild at salta í tunnur, sum so skuldu førast heim til Føroyar. Jú, allir vóru sera fyrikomandi og váttaðu, at hetta skuldi borið væl til.
Har tað ikki var keipláss skuldu skipini sleppa at liggja fyri akkeri í ella nærhendis havn­unum.
Minnist meg rætt, komu tey fyrstu skipini niður til Mallaig, og eisini til hinar havnirnar, seinnapartin av oktober 1969. Har vesturi var altíð stórt rok av sildabátum frá eysturskotsku havn­unum, einamest Peterhead, Fraserburgh og Moray Firth havnunum.
Mannagongdin var tá, at sildin varð ísað í kassar og hvønn landingardag koyrd til eysturskotsku sildavirkini við stórum last­bilum. Hetta var vandafull koyring á vetrar­degi á teim smølu vegunum, sum tá vóru. Tað hendi tíverri viðhvørt, at lastbilar gliðu av vegnum, og sildin lá og spjaddist á vegnum og við vegjaðaran.
Tað kundi verið ein fyrimunur heldur at sleppa av við sildina á staðnum.
Vestanfyri vóru bert einir 10-12 bátar skrásettir. Restin vóru eysturskotskir bátar, ein­ir 60-70 í tali, mest garna- og trolbátar. Nakrir vóru skrásettir í Stornoway og á Scalpay, ein lítil oyggj við 8-9 sildabátum.
Um tað mundi veiddu hesir bátar bert sild og fluttu frá plássi til pláss runt alt Bretland, so sum sildasesongirnar vóru og fóru eisini so víða sum til Hetlands, Lowestoft í Onglandi, Ermasund fyri sunnan og Isle of Man í írska havinum. Vanliga var eitt »glopp« á mið­sumri, tá ið teir kundu taka bátarnar upp á bed­ing at gera tað umvælingararbeiði, sum neyð­ugt var.

Føroyingar koma
Millum teir fyrstu føroysku skipararnar, sum komu til Mallaig, minnist eg Frederik Olsen úr Rituvík og Karl Gaardlykke úr Runavík. Skipini, sum komu niður, vóru alla­staðni frá í Føroyum. Hóast smærri trupul­leikar fyrstu tíðina, kom gongd á hesa »klondyking«, sum teir her nevndu henda háttin at keypa og avreiða sild. Nógv arbeiði stóðst av hesum sildakeypum, og nógvar vóru telefon­sam­røðurnar, bæði seint og tíðliga.
Nógvur spenningur var á skiparunum, um teir skuldu keypa ella ikki, tí prísirnir vóru sving­andi og støddin av sildini var ymisk. Eg gjørdi teimum listar ella yvirlit yvir vektir. Har brúktu teir »cran«, sum var 177,8 kg ella 4 trol­kurvar. Prísirnir vóru eisini pr. cran, so eg mátti gera bæði yvirlit yvir vektir cran til kg, eins og prísir pr. cran í enskum pundum til kr. pr. kg.
Ein annar spurningur var, hvussu gjaldast skuldi fyri sildakeypini. Minnist at bankarnir heima lótu skipunum rembursir upp á 5.000 pund sterling pr. túr. Í byrjanini kom tíverri fleiri ferðir fyri, at nøkur pund restaðu í, og tá hetta ofta hendi um vikuskifti, noyddust skipini at bíða til mánamorgun, so tey kundu fáa fleiri pund send niður. Seinni gingu bank­ar­nir í Føroyum við til at lata skipini hava eina 10% toleransu, so skipini sluppu undan at liggja í vikuskiftinum og bíða vegna tað, at tey høvdu keypt fyri eitt sindur meira enn tey 5000 pundini.
Fríggjadag góvust teir, tá ið teir høvdu landað. Teir fóru heim um vikuskiftið og komu aftur mánamorgun. Hendinga ferð fingu vit onkran bát í t.d. Scalpay at landa leygar­morgun eisini, um tað viðraði. Annars fekk sildin frið um vikuskiftið, og sum teir søgdu »tíð at savna seg aftur í stimar«.
Sildakeypini hildu áfram heilt fram til 1975, og nøgdirnar, sum føroysku skipini keyptu, vóru uml. 6-7.000 tons pr. ár
Ein av teimum, sum keypti størstu nøgdir­nar av sild í Stornoway hesi árini, var Hans Pauli Johannesen, sáli.
Sildaskipini noyddust at sigla á vetrardegi, og ikki var veðrið altíð so tespiligt. Onkur skip komu illa fyri vegna tunga last og dekslast av sildatunnum. Kortini mistu vit – minnist meg rætt – bert eitt skip, og tað var gamla »Polarstjørnan«, sum var á veg heim við um­leið 650 tunnum. Manningin varð øll bjargað.
Tað eru nógvir av okkara fiskimonnum, sum í dag minnast aftur á áhugaverdar dagar við sildaskipunum í vesturskotsku havnunum, og eg veit, at nógvir hava vitjað aftur hagar við familjum, nú betri ferðamannasamband hevur verið við Skotland. Nú er kortini ferða­sam­bandið serstakliga vánaligt.
Havi sjálvur havt samband við teir, sum eftir vóru av agentunum hjá okkara skipum. Kann serliga nevnda Mr. James Hepburn í Mallaig og Mr. George Prince, jun. í Stornoway. Teir í Ullapool og Uig er tíverri farnir foldum frá.
Tykkum mongu heima sum minnast aftur á omanfyri nevndu sildakeyp sendi eg mínar vinarligastu heilsanir.

Søgan um horvnu seyðarhøvdini
Ein av luttakarunum á ferðini var Niels Jacob Nielsen av Strondum, sum hevur verið á sjó­num meginpartin av lívinum. Hann var eisini við í »Mallaig-ævintýrinum«, so leingi tað vardi. Tað helt uppat, tá ið kappingin um sild­ina gjørdist so stór, at prísirnir blivu so høgir, at hetta ikki longur loysti seg.
Eitt sum eisini kom at spæla inn var kapp­ingin frá norðmonnum, soleiðis sum Hans Pauli Johannessen greiðir frá í bókini Jól á Halanum.
Niels Jacob greiddi eisini frá, at teir høvdu frí vikuskiftini, og tá plagdu menninir at fara í dans í grannabygdini.
Onkur skemtilig søga var eisini frá hesi tíðini. Tað var ein skipari, sum hevði gjørt eitt kvett. Hann hevði keypt sær uppí ein sekk av seyðarhøvdum frá einum bónda.
Á vegnum oman til skipið var hann kom­in framvið eina barr. Hann setti sekkin frá sær uttan­fyri barrina, og fór inn at fáa sær uppí munn­in. Her gloymdi hann alt um seyðar­høvdini.
Hetta varnast hann ikki, fyrr enn hann kem­ur umborð aftur. Hann fer so aftur til barr­ina at leita, men har vóru eingi seyðar­høvd.
Hann mátti fáa agentin at hjálpa sær, men hann kundi bert staðfesta, at skrellimaðurin í Mallaig var komin framvið hesum sekki, sum blóð­ið rann úr. Har var ikki annað at gera enn at taka sekkin við sær og fáa beint fyri hon­um. So manningin fekk eingi seyðarhøvd til døg­urða í hesum umfarinum!
Tað var eisini stuttligt hjá Niels Jacob at koma aftur til Mallaig, men sum so nógva staðni, so var nógv broytt, og havnarlagið var nærum ikki at kenna aftur.

Søgan um ringin
Luttakararnir á túrinum kundu hava ymiskan áhuga og orsøkir fyri at vera við. Tað mest serliga var hjá Hans Hammer í Runavík. Hann hevði ein serligan áhuga fyri at kunna steðga á í Mallaig, har hann við »Mai« og »Kongshavn« hevði verið við til at keypa sild í 1970-71. Her hevði hann kenningar, sum hann fegin vildi hitta.
Støðgurin í Mallaig var ikki so langur, so avrátt var, at Hans kundi gista í Mallaig, og so kundi hann morgunin eftir fara við ferguni til Isle of Skye og sameinast við bólkin, áðrenn hann helt leiðina fram.
Tá kom fram, hvør orsøkin var fyri, at Hans so fegin vildi steðga í Mallaig. Hann var í sambandi við hetta sildakeypið komin at kenna eina gentu, Ann Kennedy, sum hann gjørdist væl við.
Men tá ið hetta sildakeypið helt uppat, skiltust teirra vegir. Tey giftust hvør sær, og ikki fyrr enn nógv ár seinni verður aftur samband teirra millum. Tá fóru hann, konan og tvey børn til Mallaig at ferðast, og eftir tað var samband teirra millum.
Bæði høvdu børn, sum vóru nakað javngomul, og við tí teldusamskifti, sum nú var komið, vóru tað børnini, sum mest tóku sær av samskiftinum.
Men eydnan var ikki við Ann. Maðurin var úti fyri einum óhappi á einum boripalli. Eftir tað fekk hann sklerosu, og hann doyði skjótt. Ann fekk krabbameini, og var hildin at vera frísk, tá ið hon brádliga doyði á sínum 56 ára føðingardegi.
Eftir sótu hennara tvey børn og tann gamla mamman, sum nú er um 90 ára gomul. Hesi hevði Hans hug at vitja aftur.
Eingin í Mallaig visti av, at Hans kom, so tað var spennandi, um hann fór at koma til læstar dyr. Ferðalagið hevði fingið at vita, hvar húsini vóru, so tey fylgdu spent við, um hann slapp inn. Men eingin maður kom aftur, so tað var eitt gott tekn.
Morgunin eftir frættist, hvussu tað hevði gingist. Hans var móttikin við opnum ørmum. Tann gamla vermamman var ovurfegin og hevði sent boð eftir dóttir Ann, sum var gift, og sum búði beint við. Tey høvdu verið í kirkjugarðinum og vitjað gravirnar har, og tey høvdu havt eitt stak hugnaligt kvøld.
Men tað besta av hesi søgu er eftir. Hans hevði ein ring við sær, tá ið hann kom aftur til bólkin. Henda ringin hevði hann givið Ann, tá ið tey hittust á fyrsta sinni. Hon hevði borið ringin til sín doyggjandi dag, og hon hevði ynskt, at Hans skuldi fáa ringin aftur. Ringin hevur dóttir Hans nú fingið. Henda søgan var so vøkur, at tað vóru fleiri, sum vóru við at tára, tá ið tey hoyrdu hana. Henda hending setti eisini sín dám á ferðina.