Fyritøkan Vivino, sum føroyingurin Heini Zachariassen hevur stovnað og er stjóri fyri, hevur fingið ikki færri enn 58,6 milliónir krónur 10,3 mió dollarar - meira at arbeiða við. Sostatt eru samlaðu íløgurnar í vín-appina nú 12,4 mió. dollarar.
Heini Zachariassen fegnast um, at Vivino er tann fyrsta vín-appin, sum dregur til sín so stóran kapital.
Vivino-appin er longu nógv brúkt í Evropa, og næsta stig er amerikanski marknaðurin. Í tí sambandi fer Heini Zachariassen sjálvur at flyta til USA í næstum, har hann skal arbeiða við at viðka um marknaðarpartin. Evropeiska deildin hjá Vivino verður so stýrd av einum økisleiðara úr Keypmannahavn.
Meira um íløguna kann lesast her:
Og her: