Risa styrkismunur

H71-VÍF 30-39 (16-17):
VÍF tók sær av løttum í nærum trý korter, men tá ferð varð sett á, høvdu hoyvíkingar einki at skula sagt

Hondbóltur ? menn

Onkursvegna hava dystirnir dystirnir millum H71 og VÍF ofta verið sera javnir, hóast tað hevur verið rættiliga ymiskt, hvussu liðini hava staðið seg í kappingini. Soleiðis varð eisini í grundspælinum, tá VÍF misti eitt av bert tveimum stigum ímóti júst H71, og soleiðis sá tað eisini út til at skulu verða, tá VÍF so vitjaði aftur hósdagin.

VÍF setti ferðina
Tað var nevnliga soleiðis, at fyri tað mesta, so høvdu hoyvíkingarnir sera stutt tjóður í meistarunum.. Gaman í var sjónligt, at vestmenningar høvdu tað betra liðið. Málini hjá teimum komu munandi lættari enn hjá hoyvíkingunum, og ongan tíð í dystinum vóru teir á heimaliðnum frammanfyri. Men við skotstyrkini hjá Bjarna og Halgir megnaðu hovyíkingar alla tíðina at svara aftur upp á málskjótingina hjá VÍF. Munurin var tó fyri tað mesta eini tvey - trý mál, men seinastu løtuna gjørdu heimamenninir ein vørr, soleiðis at tað var mest sum stantum, tá farið varð út aftur til seinna hálvleik.
Eftir at hoyvíkingarnir her í einar tíggju minuttir framvegis hildu fast, so fóru vestmenningarnir brádliga at prógva, hví teir so ofta vinna tepurt, móti liðum, sum eru nógv veikari. Frágreiðingin er einfalt tann, at VÍF er so nógv sterkari enn hesi.
Fyrst skeyt Piti fýra mál á rað, so eitt hol varð skapt, og tá hoyvíkingar royndu at svara aftur, fekk VÍF aftur fimm mál á rað.
Hetta viðførdi tó, at vestmenningarnir aftur kundu taka sær av løttum, og spakuliga komu hoyvíkingarnir aftur. Fýra mál á rað minkaðu munin í eina helvt, men so var eisini liðugt. VÍF gjørdi aftur ein vørr upp á fimm mál, og so var allur ivi beindur burtur, og oddaliðið hevði vunnið ein hóast alt rættiliga sannførandi sigur.

Bara munur er
Tað hvur ofta verið ført fram í ár, at VÍF hevur havt okkurt slag av motivatiónstrupulleikum, tá spælt verður móti niðaru liðunum í deildini. Kanska er tað eisini so, og møguliga er tað orsøkin til, at liðið lutfalsliga sjáldan vinnur stórsigrar.
Onkur klókur venjari hevur tó onkun tíð sagt, at um tú ígjøgnum eitt heilt ár skjýtur eitt mál meira enn mótstøðuliðið, so verður tú meistari, og tað tykist vera hetta, sum vestmenningar hava í tonkunum, tá spælt verður. Leikararnir vita við sær sjálvum, at teir til eina og hvørja tíð kunnu seta meira ferð á, og so bilar tað ikki so nógv, um munurin ikki verður hin øgiliga. Tað er nóg mikið, at munurin er har.

Dysturin í tølum
H71-VÍF 30-39 (16-17)
Málskjúttar:
H71: Bjarni Wardm 9(2), Finnur Hansson 7, Halgir Dahl Olesen 6(1), Olaf Vestergaard 2, Johnny Durhuus 1, Jákup á Borg 1
VÍF: Piti Negru 11(1), Ingi Olsen 9, Sámal Joensen 8, Johnny Joensen 5, Daniel RLápa 3, Agnar Joensen 2, Petur Fr. Joensen 1
Brotskøst: H71 3, VÍF 1
Útvísingar: H71 3, VÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu ikki tað stóra at takast við, tí talan gjørdist ongan tíð um nakran hart spældan dyst.