Risafótbóltur í Gøtu

Sunnudagin eftir fótbóltsdystin millum GÍ og VB, var ein risafótbóltur avdúkaður í Sarpugerði. Bólturin er ein gáva frá Kiwanisfelagnum í Vestmannaoyggjunum til gøtufólk. Sunnukvøldið var eisini ein vinarbýaravtala undirskrivað millum Gøtu kommunu og Vestmannaoyggjarnar

Gøta: Eftir fótbóltsdystin millum GÍ og VB í Sarpugerði sunnudagin var ein risa glasfibur fótbóltur avdúkaður.
? Bólturin er ein gáva, sum er latin av Kiwanis í Vestmannaoyggjunum til gøtufólk. Vit hava havt tætt samband við Vestmannaoyggjarnar í fleiri ár, og Gísli Magnusson, sum hevur verið venjari í Gøtu, var eisini her í sambandi við handanina, sigur Halltóra Ranghamar, borgarstjóri í Gøtu kommunu.
Gísli Magnusson var venjari hjá GÍ í 1976 og tvey ár fram. Síðani var hann burtur eitt ár, og kom so aftur í tvey ár.
? Vit eru glað fyri bóltin. Tað er altíð stuttligt at fáa eina slíka gávu.

Vinarbýaravtala

Aftaná handanina var konsert í Gøtu kirkju við Eivør Pálsdóttir og Birgir Bragason, sum er kontrabass-spælari. Síðani var drekkamunnur, og aftaná fóru bygdaráðið og býarforsetin í Vestmannaoyggjunum, Andrés Sigmundsson at undirskriva eina vinarbýaravtalu millum Vestmannaoyggjarnar og Gøtu kommunu.
? Ein kann siga, at hetta er ein náttúrlig avtala. Tá gøtufólk hava verið í Vestmannaoyggjunum hava tey altíð verið væl móttikin. Tað hevur verið uppá tal fyrr at gera eina vinarbýaravtalu, men tað er ongantíð blivið til nakað, sigur Halltóra Ranghamar.
Kiwanis Tórshavn læt annars Dagstovninum í Gøtu eina stórfingna gávu í seinastu viku. Talan er um eina farteldu og ferðsluvestar til øll børnini á stovninum.
? Tað var ein ógvuliga góð gáva, og kommunan er ógvuliga takksom fyri hana, sigur borgarstjórin.
Ætlanin hevur annars verið at stovna eitt Kiwanis felag í Eysturoynni, men undirtøkan hevur ikki verið fyri tí.