Risakonsert við Niarn klokkan 21:15 

Niarn – badboy-rapparin, sum hugdi niður í avgrundina, men fótaði sær – blæsir Voxbotn um koll í kvøld

Niarn fekk veruliga sítt gjøgnumbrot á danska hiphop pallinum afturi í 2004. Fyrsta albummið, ”Årgang 79”, tryggjaði honum eina gullplátu, og síðani fylgdi hann upp við eins væl umtókta albumminum ”Antihelt” tvey ár seinni.

 

Í kjalarvørrinum av allari succé`ini, sum Niels Roos, alias Niarn, hevði hesi árini, kom albummið ”Rød Aalborg”. Rød Aalborg lýsir lívið og menniskjað handan leiktjøldini. Krevjandi tilveruna við óteljandi tímum á konsertferðum, backstage-hølir við køliskápum full av freistingum og afturvendandi ballini til tann ljósa morgun.

 

Eftir fleiri ár á kantinum við rúsevnum og brennivíni, sum endaðu við lívshættisligum fylgjum og einum túri á intensivu deild, boðaði Niels Roos frá, at yrkisleiðin sum ”Niarn” var komin at enda.

 

Síðan Niarn varð innlagdur í 2014 er nógv hent. Hann er vorðin pápi, hann er blivin edrúur og hevur greitt frá sínum villu árum í fyrilestrum, bókum og dokumentarum.

 

Niels Roos kann ikki liva sum Niarn longur. Men eftir sjey ára steðg, túsundtals-áheitanir frá fjepparum, sum hava hungrað eftir at sæð Niarn aftur, tók Niels Roos í fjør ta avgerð, at hann í 2022 aftur fór at verða Niarn. Men tað er einans á pallinum, at hann lovar sínum alter-ego út.

 

Tær flestu av hansara konsertum verða útseldar eftir fáum tímum og sjálvur sigur hann: ”Eg eri edrúur og havi ongantíð havt tað betri”. Men í kvøld fara vit at líta aftur á hansara lív við ballum, brennivíni, rúsevnum, kriminaliteti og sálarligum trupuleikum.