Risastig fyri føroyska gransking

At døma eftir reaktiónini í føroyska granskingarheiminum var tað ein fiskur av teimum heilt stóru, sum løgmaður og fólk hansara fingu í trolið í gjár, tá atlimaskapurin í FP7 kom eitt stórt fet nærri at gerast veruleiki

Gransking

 

Nógv hava verið sett spurnartekin við, at løgmaður mitt undir sluttspurtinum av viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum stingur av til Brüssel at hitta ES-komisserin í granskingarmálum. Men at døma eftir reaktiónini í føroyska granskingarheiminum, var hetta ein røtt avgerð hjá løgmanni at taka.

Úrslitið, sum føroyska samráðingarnevndin við Jóannesi Eidesgaard á odda kom aftur við, kann ikki yvirmetast, heldur nýggi stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sølvará.

- Hetta er eitt stórt frambrot fyri granskingina í Føroyum. Frá at hava verið undirveitarar í nógvum av teimum granskingarætlanunum, sum vit hava verið við í, kunnu vit nú koma at granska á líka fóti við granskarar í øllum ES-londum og atlimalondunum, sigur Annika Sølvará.

Saman við Kristionnu Winther Poulsen og John D. Olsen, myndar Annika Sølvará arbeiðið í Granskingarráðnum. Tey bæði fyrr nevndu eru beinleiðis bindilið millum føroyska gransking og granskingarumhvørvið í ES.

- Samráðingarnar á embætisstigi vóru koyrdar heilt fastar, og tí var helst einasti møguleiki at taka tað upp politiskt, sigur Annika Sølvará.

Stjórin á Granskingarráðnum leggur dent á, at enn er langur vegur á mál. Tann hurðin, sum hevur verið afturlatin, stendur nú á glopp. Frammanfyri liggur eitt stórt arbeiði fyri at fáa hurðina upp á víðan vegg, vísir hon á.

Stórt sæð allar granskingarætlanir innan ES byggja á netverk millum granskarar úr minst trimum londum upp í eini 15 til 20 lond. Hesin møguleiki fyri at netverka hevur ikki verið líka góður fyri føroyskar granskarar. Tí hava summi flutt part av granskinigini at til til onnur lond. Til dømis gongur ein partur av arbeiðinum hjá Pál Weihe út frá Syddansk Universitet í Odense.

 

Hugburður fer at broytast

Annika Sølvará, Kristianna Winther Poulsen og John D. Olsen, leggja dent á, at enn er langt á mál, men frambrotið í gjár fer ivaleyst at skapa ein jaligan hugburð innan føroyska gransking. Hin parturin er sjálvandi, at tað skulu fíggjarligir resursir til at seta ferð á føroyska gransking, tí fyri at koma upp í eitt granskingarnetverk og fáa atgongd til ES-fígging, skal granskingarlandið sjálvt koma við minst 25 prosentum av pengunum ella tilsvarndi, ið skulu brúkast granskingarætlanina.

Føroyar hava verið og eru við í fleiri granskingarverkætlanum í ES-høpi, men ikki á jøvnum føti við onnur.

- Vit hava fleiri granskarar, sum eru frammalaga á sínum øki. Til dømis Bogi Hansen á Fiskirannsóknarstovuni, ið granskar innan veðurlagsbroytingar og havstreymar. Er tað nakað sum upptekur heimin í løtuni, so er tað veðurlagsbroytingar. Vit hava Pál Weihe og hansara fólk, ið granska í hvussu umhvørisdálking ávirkar arvaeginleikarnar. Bitland og SeaWave-ætlanin er eitt annað dømi, sum mátti flyta ein part av virkseminum til Danmark fyri at fáa veruliga gongd á. Bæði hesar verkætlanirnar, ætlanirnar sum hava ligið og bíða og framtíðar granskingarætlanir fara at fáa sera stóra nyttu av hesi avtaluni, sigur Annika Sølvará.

- Nógvar granskingarverkætlanir eru sleptar ella ongantíð blivnar til nakað, tí vit ikki hava havt hendan møguleikan, siga tey trý starvsfólkini á granskingarráðnum, ið eisini síggja heilt nýggjar møguleikar fyri ta komandi granskingarparkina, ið ætlanir eru á seta á stovn.

Tey vísa á, at nýggju møguleikarnir innan gransking eisini fara at koma høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuni, til góðar.

- Vit kunnu ikki rokna við, at onnur fara at granska í okkara vinnu, um vit ikki sjálvi taka stig til hetta. Fyri tað fyrrsta eru tað vit, sum hava størsta áhugan í at gera tað, og fyri tað næsta hevur tað sera stóran týdning fyri at kunna menna fiskivinnuna, at hetta verður gjørt, siga tey á Granskingarráðnum.

Tey vísa eisini á, at tað er alneyðugt, at peningur verður settur á fíggjarlógina til at menna hetta økið. Nakað av tíð fer at ganga, áðrenn hetta kemur upp á pláss, men í 2009 má peningur setast av, um vit sum land skulu fáa nakað burtur úr hesum nýggja møguleika, sigur stjórin í Granskingarráðnum.