Risayvirskot í Føroya Banka

Fjórða árið á rað hevur Føroya Banki eitt yvirskot, sum er omanfyri 200 mió. krónur. Og eins og undanfarin ár dryppar eisini væl í landskassan hesaferð

Føroya Banki almannakunngerð roknskapin í dag og hann vísir eitt yvirskot upp á heilar 218 mió. krónur.

Tað er fjórða árið á rað, at yvirskotið hjá Føroya Banka er omanfyri 200 milliónir, og síðani bankarnir vórðu samanlagdir hevur hann havt eitt avlop upp á 1,5 milliardir eftir skatt.


Stjórin vælnøgdur

Tað er sjálvsagt ein sera vælnøgdur stjóri, sum leggur roknskapin fyri 1999 fram fyri aðalfundin.

? Tað hevur eydnast okkum at reka bankan fyri ein støðugt bíligari penga og tað verður gjørt við einum støðugt minni rentuavlopið, sigur Jørn Astrup Hansen.

Umstøðurnar at reka banka í dag eru munandi øðrvísi enn tær vóru í áttati árunum og tað sæst aftur bæði á inntøkum og útreiðslum bankans.

Rentuinntøkurnar hjá bankanum - tað, sum bankin livir av - eru minkaðar ár undan ári. Tað merktist kanska serliga væl í fjør, tá rentan bankin fekk uttanlands, var lægri enn nakrantíð.

Hinvegin eru útreiðslurnar eisini minkaðar samsvarandi, so samanlagda úrslitið av vanliga rakstrinum er á leið tað sama, sum tað var í 1998.


Stórar afturføringar

Tað, sum hevur sermerkt roknskapirnar hjá Føroya Banka seinastu árini, eru tær stóru afturføringarnar av áður avsettum skuldarum. Í báðum bankunum vóru avsettar 4 mia. krónur og av teimum eru uml. 3,4 mia. avskrivaðar. Av restini eru nógv inntøkuført í roknskapinum og tað hevur ávirkað roknskapin tann rætta vegin.

Hetta hevur við sær, at eginognin hjá bankanum nú er heilar 1.079 mió. krónur og tað vil í stuttum siga, at bankin er sera væl fyri.

Og hesin peningur er til staðar, tí bankin hevur ein sera góðan likviditet. Samantalt er tøkið peningur bankans meiri enn 1,75 mia. krónur og tað vil í veruleikanum siga, at tað skal eitt sera, sera álvarsligt bakkast til, um bankin skal fara av knóranum.


Lítil skattur

Hóast stóra avlopið hevur bankin ikki goldið skatt, sum svarar til yvirskotið. Orsøkin til tað er, at bankin, tá avsetingarnar vórðu gjørdar, ikki dróg hann frá í skattligu uppgerðini og tískil ikki skal taka hann við í skattligu uppgerðini nú.

Jørn Astrup Hansen sigur, at tíðin hevur víst, at tann avgerðin var røtt, tí annars hevði skattabyrðan tart nógv upp á tøka peningin hjá bankanum.

Kortini er tað ikki so, at peningurin »bara liggur« í Føroya Banka, tí seinastu árinin hevur bankin goldið knappar 600 mió. krónur til eigaran, sum er Landsstýrið. Eisini í ár fær Landsstýrið ein kekk frá bankanum og í ár ljóðar hann upp á 100 mió. krónur.


Vinnulívið á

rættari kós

Ein av høvuðsorsøkunum til góða úrslitið hjá bankanum er, at vinnulívið er komið á rætta leið. Fiskivinnan stendur seg væl og serliga Fiskavirking, sum hevur ligið sum ein kleppur hjá bankanum, hevur fingið vind í seglini.

? Tað sæst aftur á gongdini á útlánuminnlánum, sum eru vaksin við uml. 10 prosentum. Meginparturin av hesum vøkstri stavar frá at vinnan ístaðin fyri at skylda pening nú eigur pening til góðar, sigur Jørn Astrup Hansen.

Hetta hevur samstundis eisini við sær, at útlánsváðin hjá bankanum er nógv minni enn hann var, bara fyri fáum árum síðani.

Vit fara í næstu bløðunum at gera meira við roknskapin hjá Føroya Banka.