NOR?OYASTEVNA
5-MANNAFØR DREINGIR
Í góðveðrinum mánadagin í hesi vikuni kom nýggja Ritan fyri fyrstu ferð í langa tíð í reiðrið. Fyrr í vár varð báturin flotaður í Hvannasundi, men síðstu vikurnar hevur hann verið í Klaksvík, har sundadreingir hava vant til Norðoyastevnuna. Nú eru teir farnir at venja norðuri hjá sær sjálvum. Áhugin báðu megin Sundi er stórur, og tað er ikki so undarligt. Leygardagin gjørdu dreingirnir góða reklamu fyri sær sjálvum.
Í fantastiskum endaspurti við Sílið og Fípuna Føgru eydnaðist tað teimum úr róðrarfelagnum í Norðdepli og Hvannasundi at vinna. Sílið og Fípan Fagra, sum mest sum allan teinin høvdu kappast um fremsta plássið, komu stavn um stavn á mál. Myndirnar vístu tó, at Fípan Fagra hevði verið eitt vet undan Sílinum.
Munurin var ikki stórur, men fremst av øllum var Ritan.
- Vit fingu góðan start, og vit høvdu alla tíðina eina peiling av, at vit vóru ímillum 3-4 teir fremstu. Tá ið vit vóru komnir á innara endan á Kósabrúnni, fingu vit meiri ferð á, og tá kendu vit, at vit rættuliga vóru við í kappingini um fremsta plássið. Stýrimaðurin hjá okkum segði, at vit høvdu vunnið, men tí tordu vit ikki at trúgva, fyrrenn vit høvdu fingið staðfest úrslitið frá landi av, sigur Hjalgrím í Buð, sum er bátsformaður umborð á Rituni.
Í fjør var tað Sundabáturin, sum vann teimum í Hvannasundi og Norðdepli fleiri sigrar. Í seksti árunum var tað 10-mannafarið Norðingur, sum gjørdi um seg. Í 1981 vunnu dreingirnir umborð á gomlu Rituni tveir róðrar. Nú vóru tað aftur dreingirnir, sum gjørdu um seg, og so fæst at síggja, hvat fer at spyrjast burturúr.
- Kappingin er ógvuliga tøtt. Næstu ferð fara vit at hava Fípuna Føgru undir aðrari liðini og Sílið undir hinari liðini. Eg rokni eisini við, at aðrir bátar kunnu fara at blanda seg uppí, heldur bátsformaðurin á Rituni.
Í fjør vóru fýra at teimum, sum nú manna Rituna, umborð á Teklu. Teir eru Hjalgrím í Buð, Dánial Hugo Poulsen, Martin Heimistovu og Hanni Niclasen. Á lærinum sita tveir, sum ikki hava róð áður. Teir eru Høgni Eliasen og Meinhard Simonsen. Grímur Poulsen, sum í fjør stýrdi umborð á Fípuni Føgru, situr í rongini og koyrir á Ritu manningina. Dreingirnir eru 15-18 ára gamlir.
Úrslit, 5-mannafør dreingir
1Ritan05:03.08
2Fípan Fagra05:03.10
3Sílið05:03.13
4Drekin05:07.02
5Blikur05:08.22
6Tjaldrið05:14.24
7Tekla05:19.01
8Dúgvan05:34.08