Ritan skrivaði róðrarsøgu

5-mannafør dreingir: Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað 5-mannafarinum norðuri í Sundi at ogna sær meistaraheitið


Hóast tað ikki hevur hilnast so væl hjá Sundabátinum, sum tað eitt skifti tóktist síggja út, at tað kundi fara at gera, so er róðrarlagið gott í Norðdepli og Hvannasundi. Leygardagin eydnaðist tað Rituni at vinna meistaraheitið í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum.
                      FM heitið er søguligt. Tað er ongantíð komið fyri áður, at 5-mannafarið hjá róðrarfelagnum norðuri í Sundi hevur vunnið FM  hvørki við dreingjum ella við gentum  og tað er ikki á hvørjum ári, at tað kemur fyri, at tey í Sundi vinna FM í kappróðri.
                      Sundabáturin vann FM í 2004 í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Tvær ferðir áður er FM komið norður í Sund. Hetta var undir gomlu skipanini, sum var galdandi frá 1964 og fram til og við 1972. Tá var ein sunnudag eftir Ólavsøku í einum róðri kappast um FM heitið. Sundamenn høvdu 10-mannafarið Norðing, sum stóð seg so mikið væl, at hann bæði í 1965 og í 1966 var føroyameistari.
                      Kappingin í Sandavági var ógvuliga tøtt. 5-6 bátar togaðust leingi um fremsta plássið. Kollur og Jallurin vóru væl við, men á síðsta teininum var tað serliga millum Rituna og Koll, at kappingin um fremsta plássið stóð, og ta kappingina vann Ritan, sum var stóran skut frammanfyri Koll, tá ið teir fóru um málið.
                      Jallurin var eisini heilt væl við, og úrslitini hesa ferð leggja upp til rimmar finalu á Ólavsøku.
- Tað var eitt sindur av aldu, men tað má man rokna við, tá ið tað verður róð á sjónum. Á fyrsta teininum gekk væl. So duttu vit eitt sindur niður í ferð, og vit fóru eitt sindur aftur í feltið. Men á síðsta teininum gekk tað akkurát, sum tað skuldi. Alt sat bara, og vit eru sera fegnir. Hetta er fyrsta ferðin, at vit hava hesa kensluna av at vera meistarar, staðfestu Ritu dreingirnir, áðrenn teir fóru úr Sandavági og ígjøgnum sjey tunlar, áðrenn teir vórðu væl móttiknir og heiðraðir, tá ið teir komu til hús aftur.
  
 
Úrslit - 5 mannafør dreingir 
1 Ritan 05:25.04
2 Kollur 05:26.17
3 Jallurin 05:27.11
4 Havfrúgvin 05:28.12
5 Sílið 05:29.00
6 Strípan 05:30.02
7 Drekin 05:39.16
8 Blikur 05:42.06