Ørkymlast um gongdina

Fleiri ymisk viðurskifti gera, at Felagið Rækjuskip er ørkymlað um gongdina hjá rækjuskipunum í ár. Tað er serliga minkandi fiskiskapur, lækkandi rækjuprísir og methøgu oljuprísirnir, sum ørkymla rækjuflotan.

Fiskiskapurin, serliga á Flemish Cap, er slakari enn undanfarnu árini, og hartil eru rækjurnar sera smáar, og geva tí lítlan prís. Í løtuni eru bert 2 føroysk skip á Flemish Cap ? Ocean Castle og Høgifossur. Síðstu viku fingu bátarnir millum 40 og 50 tons hvør. Eitt skip afturat ? Artic Viking ? væntast at fara á Flemish Cap seinni í hesi vikuni, eftir at hava ligið á Tórshavnar Skipasmiðju í eina tíð, har teir hava gjørt fleiri størri umvælingar og annað.

Afturat slaka fiskiskapinum er prísurin á serliga smærru kókaðu rækjunum fallin munandi. Hesa tíðina í fjør og í 1998 lá miðalprísurin á rækjum á Flemish Cap um kr. 15,00 pr. kilo, meðan hann í dag liggur um 17% lægri ? t.v.s. niðri á kr. 12,5 í miðal pr. kilo. Mótvegis toski og øðrum rundum fiski, sum er hækkaður nógv í prísi seinastu árini, hava rækjuprísirnir verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini.

Seinastu uml. 4 árini hevur Kina keypt fitt av smáum kókaðum rækjum, men teir hava nú lagt so stórt innflutningsavgjald á rækjurnar, at tað er nærum ógjørligt at selja nakað tann vegin sum er. Tað ljóðar, at hetta verður gjørt sum partur av eini roynd hjá Kina at leggja trýst á í sambandi við umsókn teirra um limaskap í WTO. Føroyskir myndugleikar hava, gjøgnum danska uttanríkismálaráðið, tikið málið upp við Kina vegna Føroyar og Grønland, men eisin onnur lond við stórari rækjuveiðu ? t.d. Canada ? arbeiðir við at fáa eina semju við Kina um at lækkað tollin aftur.

Umframt at veiðan higartil í ár hevur svíkt, og at prísir og marknaðir svíkja, er rækjuflotin sera hart raktur av methøgu oljuprísunum. Samanborið við miðaloljuprísin hjá skipunum í 1999, liggja oljuprísirnir í løtuni uml. 57% hægri enn í 1999. Um ongin broyting hendir við oljuprísunum heilt skjótt, kann hetta koma at geva smærru rækjuskipunum eina meirútreiðslu fyri olju uppá uml. kr. 1,4 mill. og hjá størstu skipun-um uml. kr. 2,2 mill. meira í 2000. Rækjuskipini brúka hvørt millum uml. 2,2 og 3,5 mill. litrar av olju um árið. Oljuútreiðsurnar hjá skipunum hava vanliga ligið um 10-15% av søluvirðinum á lastini fyri hvønn túrin, men sum nú er koma oljuútreiðslurnar at verða 17?22% av søluvirðinum.

Rækjuveiðan við Svalbard hevur heldur ikki verið av tí besta seinastu tíðina, meðan okkurt skip gjørdi onkran góðan túr fyrr í ár. Í løtuni royna 2 skip ? South Island og Borgin ? við Svalbard. Seinastu viku fingu bátarnir millum 25 og 30 tons hvør. Eitt annað skip, sum hevur rækjuloyvi ? Sjúrðarberg ? hevur enn ikki verið til fiskiskap, men hevur veitt rundan fisk í Barentshavinum.

Bert eitt føroyskt skip ? Kappin ? er í løtuni við Eysturgrønland. Veiðan hevur ikki verið av tí besta, men teir hava roynt at fiska kvotuna upp áðrenn teir rýma haðani. Prísurin fyri Eysturgrønlandsrækjurnar ? sum fyri ein stóran part verður framleitt sum ráar rækjur til Japan, er framvegis vánaligur, hóast at kursurin á yenninum er nógv hækkaður seinastu mánaðirnar. Annars hava fleiri av hinum rækjuskipunum longu veitt sína kvotu við Eysturgrønland fyrst í árinum. Rækjukvotan hjá føroysku skipunum við Eysturgrønland er einans 115 tons í part, og Felagið Rækjuskip hevur fyri langari tíð síðani heitt á Fiskimálastýrið um at royna at útvega størri rækjukvotu antin frá ES nú, ið Grønland og ES samráðast um nýggja 6 ára fiskiveiðiavtalu, ella beinleiðis frá Grønlandi.

Sólborg er í løtuni undir grønlendskum flaggi, og nýggja skipið hjá P/F Hviltenni kemur ikki fyrr enn í okt. í ár.

Tvey stór ivamál um veiðirættindini hjá rækjuflotanum á Flemish Cap og við Svalbard eru eisini orsøk til, at Felagið Rækjuskip metir framtíðarútlitini hjá rækjuflotanum óviss. Innan NAFO verður av øllum alvi arbeitt fyri eini kvotuskipan fyri rækjur á Flemish Cap, í staðin fyri verandi fiskidagaskipan. Ein fundur var um hetta í Washington seinast í síðsta mánaði. Nógv bendir á, at tað antin verður samtykt ein kvotuskipan á NAFO-ársfundinum í september, men um semja ikki fæst um hetta, verður fiskidagatalið helst skert heilt munandi í mun til verandi fiskidagatal. Hin stóri ivaspurningurin er, nær ella um tað fer at eydnast at fáa eina semju við Noreg um føroyska fiskidagatalið við Svalbard, sum teir av sínum eintingum lækkaðu í 1997, við nærum eini helvt, úr 2555 til 1317 fiskidagar. Eisini metir Felagið Rækjuskip, at vandi er fyri at Noreg setir eina kvotuskipan fyri rækjur í verk við Svalbard, so skjótt sum ein kvotuskipan er komin á Flemish Cap.


Samanumtikið metir Felagið Rækjuskip, at um ongin broyting hendir við minkandi veiðuni, lækkandi søluprísunum og høgu oljuprísunum er ongin ivi um, at hetta at ávirka úrslitini hjá rækjuflotanum í ár so mikið, at trupult verður at sleppa undan reyðum tølum í roknskapunum.


  Felagsins vegna

  Jákup Egholm Hansen