Írland vil royna semju um makrelin

-Tað er greitt, at íslendingar og føroyingar eru ikki til reiðar at koma til samráðingarborðið við so rímiligum krøvum, at tað fer at bera til at fáa semju um makrelin næsta ár.

Tað sigur írski fiskimálaráðharrin, Simon Covenry, sambært tíðindastovuni Fishopdate.

Írski fiskimálaráðharrin segði, at eydnast tað ikki at fáa semju um makrelfiskiskapin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, eru framtíðarvánirnar hjá teimum írsku reiðaríunum, sum dúva upp á makrelin, ikki góðar. Hann segði, at tann stóri fiskiskapurin hjá íslendingum og føroyingum fer at enda at gera, at stovnurin verður oyddur, og at avleiðingarnar fara at koma undan kavi næsta ár.

-Nú Írland tekur við formansskapinum í ES, standa vit framman fyri nøkrum trupulum samráðingum, men tað er okkara mál at røkka einari semju, um tað kann lata seg gera, segði Simon Coveney.

Hann ásannaði, at støðan er trupul og vísti á, at hvørki tær seinastu samráðingarnar millum strandarlondini ella millum ES og Noreg um makrelin hava borið á mál.