Um vikuskiftið skipa Føroya Musikklærarafelag og Sanglærarafelag Føroya fyri ráðstevnu, um hvussu føroyski musikkskúlin skal skipa seg í framtíðini. Sunnleif Rasmussen er formaður í Føroya Musikklærarafelag, og hann er av teirri greiðu áskoðan, at tíðin er farin frá verandi musikskúlaskipan.
?Tað eru 20 ár síðan verandi musikkskúlaskipan bleiv gjørd, og ikki so mikið sum eitt komma er broytt síðan, sigur hann
Á ráðstevnuni um vikuskiftið koma fimm umboð úr norðurlondum at halda fyrilestrar, sum í hvør sínum lagi skulu vera við til birta undir kjakið um nýggja musikkskúlaskipan í Føroyum.
Betri sømdir
Sambært Sunnleifi Rasmussen er ein av stóru trupulleikunum við núverandi lóggávu, at okkara mest framkomnu tónleikarar ikki fáa neyðugu tónleikaundirvísingina í Føroyum, og tí velja teir at fara út um landoddarnar at nema sær tónleikakunnleika.
?Vit mugu nógv duga betur at pleyga okkara elitu, so vit ikki missa tey av landinum, sigur formaðurin í Føroya Musikklærarafelag.
Hann vísir á, at nærum á hvørjum ári flyta føroyingar í onnur lond at nema sær útbúgving innan tónleik, tí teirra tørvur ikki verið nøktaður í Føroyum.
?Vit mugu leggja nógv fyri at geva elituni betri sømdir, tí alternativi er, at vit flyta trupulleikan av landinum. Vit hava lærarar, ið hava førleikað at geva undirvísing heilt inn á gáttina til konservatoriumi, og tað mugu vit gera okkum dælt av, sigur Sunnleif Rasmussen.
Verður minni orka so sett av til breiddina?
?Nei vit hava ongar ætlanir um at sleppa teimum upp á fjall. Vit skulu hava ressoursur til Musikkskúlan, so vit bæði megna at røkja breiddina og eisini úrmælingarnar. Tú mást gera tær heilt greitt, at tú fært ongantíð nakrar úrmælingar uttan eina breidd, og tað ætla vit halda fast um, sigur formaðurin í Musikkskúlanum.