Tað er altíð so, at tað er samgongan, sum útinnir politikkin og sostatt eisini hon, ið skuldi staðið fyri skotum. Árni er ótrúliga stuttmintur og smásárur, veit hann ikki av, at Óli fylgir hesi meginreglu. Kagar hann í bøkurnar hjá Óla P. 1990-96, sær hann sanniliga, at Javnaðarflokkurin fekk toyggið.
Óli P. er okkara størsti kunstnari og hevur ein genialitet, sum neyvan hevur sín líka í Norðurlondum. Og so hevur hann tað lítillæti, ið eyðkennir ein rættan listarmann. Ikki júst ein eginleiki, teir eru fongdir við, ið býta um heiðursbrøv og sømdargávur, sum vit børn skiftu um glansbíløt.
Í hesum døgum skriva bløðini, at fullveldismaðurin Høgni Hoydal hevur givið fullveldismanninum Carl Jóhan Jensen starvsløn. Grundgeving: Høgni hevur hoyrt, at hesin prísverdi maður »er í ferð við at skriva eina skaldsøgu, ið tykist at vera bæði spennandi og nýskapandi?«, sitat endað. Er hetta tað altjóða stigið, ið Árni sóknast eftir hjá teimum, hann er ósamdur við og tí ikki eru politiskt korrektir? Tá ið P/F Interrós inklusiv Árna Dahl er grivið og gloymt, fer Óli P. at standa sum ein lýsandi varði saman við Williami Heinesen, S. J. Mikinesi og øðrum í okkara mentasøgu.
Despotarnir niðri í Europa í 30-árnum skírdu kunstnarar politiskt ókorrektar og fíggindar av tí nationala, so tað er óhugnaligt, at Árni Dahl tekur henda táttin upp. Hansara skriving man ikki minna sørt um tað, ið Francosa menn skrivaðu um Picasso á sinni. Og tað fer mær kalt niður eftir rygginum, tá ið blaðstjórin á kommunistablaðnum Fríu Føroyum skrivar um frælsi. Hann má hava etið fimmtumma.
Loysingarflokkurin Tjóðveldisflokkurin hevur síðani 50-árini haft millum 12 og 24% undirtøku, og tað er ein søguligur frekleiki uttan síðustykki at kroysta hesa hugsjón niður yvir alt Føroya fólk og krevja, at Javnaðarflokkurin tigandi skal hyggja at. Men tað verður nei!
Javnaðarflokkurin ger onga hatursherferð. Men sjálvsrættvísi er ein vanvirðisligur eginleiki. Les Úlvsá, Vágfjall, Dalsgarð, Reynatrøð, Hjørleifsdóttir og aðrar tykkara skutilssveinar, so sært tú hatur, harra Dahl.
Eg eri ein av javnaðartingmonnunum, og eg kann lova fyri, at vit hava alt annað enn ringa samvitsku. Vit nýta okkara demokratiska rætt og gera okkara politisku skyldu at berjast ímóti nationalistiskum fantastaríi; men tað verður við blonkum vápnum og ikki a la Tóru Hjørleifsdóttir, sum við greinini 12. mei í Dimmalætting gjørdi sítt navn synonymt við spilliklút. Les hana, harra Dahl, og skamma teg.
Dan R. Petersen
javnaðarmaður
Annars ynski eg Árna Dahl mong góð ár úti í Hattarvík við framhaldandi partvís danskari løn, men ríkisfelagsskapurin er sjálvandi ein treyt fyri hesum.