Hósdagin fylti verkfrøðingurin og fyrrverandi KÍ-formaðurin, Árni Joensen, fimmti.
Árni Joensen er gerðamaður. Hann er sonur Poul Joensen, Poul í Nirðristovu, sum í mong ár var skúlatænari í Klaksvík, og Janu, sum var ættað av Uppsølum. Nú eru longu fleiri ár síðani, at tey bæði fóru foldum frá.
Árni er giftur Rannvá, sum er ættað úr Haraldsundi og av Norðtoftum. Tey keyptu fyri fleiri árum síðani húsini, sum Petra og Hugo Gardar bygdu og búðu í úti á Heygum. Umframt at vera karmur um familjulívið hjá Petru og Hugo, var avgreiðslan hjá P/F Hugo Gardar og DFDS í Klaksvík eisini í mong ár í kjallaranum í húsunum.
Klaksvíkin er nógv vaksin seinastu hálvu øldina, og tí eitur tað ikki longur, at húsini standa úti á Heygum. Nú standa tey á horninum millum Heygavegin og Gerðagøtu, og har búgva Árni, Rannvá, og tvíburðagenturnar Jana og Sússana, og eisini vitjar sonurin Ragnar, sum er komin til mans, av og á.
Árni er verkfrøðingur og hevur í sínum dagliga yrki fingist við nógvar stórar uppgávur. Millum annað eigur hann æruna av vakra umhvørvinum kring Christianskirkjuna, eins og hann hevur sín leiklut í arbeiðinum við lendingunum í Fugloy og Svínoy.
Árni Joensen hevur verið virkin í nevndini í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Hann var skrivari frá 1989 til 1992, so var hann næstformaður í 1993, og frá 1994 fram til 1997 var hann formaður í KÍ.