Ørnin fyri fyrstu ferð í heimasjógvi

5-mannafør kvinnur: Hóast tær endaðu á triðja plássi, so hava vestmannagentur bestu kortini á hondini í kappingini um FM

Tað hevur ikki gingið soleiðis hjá sandavágsbátinum í ár, sum tey har vesturi høvdu roknað við og vónað. Vestmannagentur hava verið teimum hinumegin Vestmannasund og knáar. Um tær umborð á Ørnini skuldu hava avgerðina um FM heitið í egnum hondum, so var neyðugt, at tær vunnu á jóansøku. Tað gjørdu tær, men so vunnu vestmannagentur aftur í Fuglafirði, og hóast tær umborð á Ørnini vunnu í heimasjógvi, so eru tað framvegis tær í Vestmanna, sum sjálvar kunnu gera av, um tær skulu vinna FM ella ikki.

Vestmannagentur komu triðjar á mál í Sandavági. Havfrúgvin hevði ein eftir teirra mátistokki sera vánaligan start, men tá málið var hálvrunnið, vóru tær komnar upp í kappingina um næstfremsta plássið. Har var kappingini hørð við Beintu, Drekan og Fípuna Føgru, og í kappingini um FM heitið kann tað fara at vísa seg at vera av stórum týdningi, at tær umborð á Havfrúnni høvdu ein góðan endaspurt og smoygdu sær framum Drekan.

Ørnina kundi eingin gera nakað við. Tær umborð á flaggskipinum hjá vágafólki hava onkuntið verið harmar um, at tær hava ikki kent róðrarteinin nóg væl, og at hetta hevur verið ein av orsøkunum til, at tað hevur kiksað hjá teimum. Ein sovorðin umbering hevði ikki verið haldgóð í Sandavági, og hon var heldur ikki neyðug. Ørnin leyp avstað, tað var skjótt, at munurin aftur til Beintu, sum alla tíðina megnaði at halda seg á næstfremsta plássinum, var ein hálv bátslongd.

Beinta, sum við næstfremsta plássinum rakk besta úrslitinum í ár, royndi at taka seg framaftur á Ørnina, men tað eydnaðist ongantíð, og á málinum var Ørnin meiri enn leys av Beintu. Spenningurin í Vágum var óførur, og tað hevði við sær ein øgiligan fagnað, tá Ørnin fyri fyrstu ferð vann í Sandavági, har vestanstevnan er fjórða hvørt ár.

So er spurningurin, um triðja FM heitið upp í slag hjá Ørnini kemur til høldar á ólavsøku. Ørnin er fýra stig aftanfyri Havfrúnna, og skulu tær í Vágum endurvinna FM heitið, so skulu tær vinna, og samstundis skal Havfrúgvin ikki vera frammanfyri nummar fýra. Við kappingunum, sum higartil hava verið, í huga, er tað lítið, sum bendir á, at tær umborð á Havfrúnni skulu snáva so dyggiliga.

Men tað kann væl vera, at ólavsøkuróðurin verður spennandi. Drekin, sum á ólavsøku verður í heimasjógvi, stóð seg í Sandavági, betri, enn hann hevur gjørt fyrr í ár, tað gjørdi Súlan eisini, og tær umborð á Fípuni Føgru hava fleiri ferðir verið tætt frammiundir at blanda seg í toppstríðið.

Sigurin í heimasjógvi kann eingin taka frá teimum umborð á Ørnini, men eina lítla løtu vóru tær eitt sindur kløkkar. Ørnamanningin kennir botnin í Sandavági, har tað er grunt. Í ovurfagnaði leyp ein á sjógv, og tað mundi vera við kolldømingini í svimjingini á oyggjaleikunum í huga, at ein av hinum manningunum kom stunandi og fregnaðist eftir, um tað var loyvt at leypa so at siga í hylin!