Álit og ró má fáast yvir rillandi grundarlagið í fólkaskúlanum. Mannagongdir og játtanir, ið samsvara við tørv næmiganna, mugu fáa hægstu raðfesting. Eyguni mugu aftur vendast móti menningini av heildini og einstaka næminginum. Sparandi rokniarkið skal leggjast á hyllina.
Reformleysi politikkurin við slagorðinum »Meira fyri minni« skal ikki longur vera ótrygga grundarlagið undir fólkaskúlanum. Heldur skal málið um dygd í hvønn einasta tíma setast á skrá.
Dygd og menning skal í hásæti. Tí er neyðugt at steðga á og loysa avbjóðandi inklusjónsuppgávuna í skúlaverkinum. So leingi ósamsvar er millum krav um inklusjón og møguleikarnar at fremja inklusjón í verki, rillar grundarlagið.
Vit mugu fáa inklusjónina í fólkaskúlanum í tryggar og góðar karmar. Støðið skal takast í flokkinum við atliti at menningini hjá einstaka barninum. Her er ikki ráð at tosa um meira fyri minni. »Meira fyri minni«-politikkurin er í reformaloysi vorðin til minni fyri minni. Vælmeinandi átøk druknaðu í orkuloysi.
Standa vit, foreldur, lærarar, politikarar og onnur, saman um fólkaskúlan, megna vit at økja um dygdina og menningina hjá hvørjum einstøkum næmingi. Eg vil sum politikkari skapa karmarnar. Úrslitinum náa vit í felag.
Jónleif Johannesen, valevni hjá Javnaðarflokkinum