Tað var stutt fyri tíð, við støðuni 2-2, at B36 miðvallarin leyp upp eftir einum bóltin, sum Geza Turi í málinum hjá Víkingi loftaði. Eftirfylgjandi endar Geza Turi við at standa inni í málinum við bóltinum. Tað er her, at Víkingar vilja vera við, at talan er um fríspark til Geza, tí hann verður skumpaður í málið.
- Eg nam við hann, men eg haldi ikki tú kanst kalla tað at skumpa. Eg fari eftir bóltinum og hann flytir seg bara undan, sigur Róaldur Jakobsen, sum ásannar at støðan var nakað margháttlig, tá B36 fekk sigursmálið.
Myndatema frá dystinum sæst við at trýsta HER.
- Eg veit ikki um tað er fríspark, men eg haldi at hann gevur dómaranum møguleika at geva mál, tá hann flytir seg undan. Hann kundi bara tikið bóltin og so staðið móti stoytinum, sigur Róaldur Jakobsen víðari.
Róaldur Jakobsen er sostatt ikki samdur við Sigfríði Clementsen, venjara hjá Víkingi, og Geza Turi, málverja hjá Víkingi, sum báðir meta, at talan heilt greitt er um fríspark til Víking.