Robben viðurkennir: Eg filmaði

(HM 2014) Samstundis hevur FIFA forsetin Sepp Blatter í februar úttalað seg, at teir við video upptøkum skuldu sekta leikarar, ið filma.

Avgerðin í dystinum millum Holland og Meksiko í gjár fall ikki fyrrenn í yvirtíðini, tá Arjen Robben varð feldur av Rafael Marquez.

 

Eftir dystin í gjár viðurkendi Arjen Robben, at tað var ein støða fyrr í dystinum, har hann filmaði.

 

-      Eg filmaði og tað vil eg gjarna biðja um umbering fyri. Eg væntaði at eg fór at blíva sparkaður niður, men eg skuldi ikki havt filma.

 

Tó sigur Robben at hann í tí førinum, tá brotssparki varð dømt, av røttum fekk brotsspark. Harafturat sigur Robben, at hann í fyrra hálvleiki eisini skuldi havt brotsspark. Í tí førinum var Meksiko leikarin Hector Moreno so óheppin, at hann gjørdist skaddur, tá hann royndi at takla Arjen Robben.

 

FIFA forsetin Sepp Blatter segði í februar, at video upptøkur skuldu sektað leikarar, ið valdu at filma. Tí verður spennandi at vita, um tað fær nakra avleiðing fyri Arjen Robben, at hann í gjár viðurkendi at hann filmaði.