Robbie ætlaði at gevast

Robbie Williams hevur fyri stuttum verið í fjølmiðlunum og sagt, at hann av álvara ætlaði at gevast sum tónleikari, eftir at seinastu fløguútgávurnar ikki hava selt eins væl og aðrar, hann hevur givið út.

 

Eks-Take That limurin hevur fortalt svensku sjónvarpsstøðini, SVT, at hann hevði ætlanir um at gevast við tónleikinum, tá útgávurnar Reality Killed the Video Star, Rudebox og Intensive Care ikki komu upp á tey sølutølini, sum Robbie sjálvur og onnur høvdu væntað. Hetta var í 2006.

 

- Eg kann lýsa tað, sum at GPSarin riggaði ikki longur, og tónleikaliga koyrdi eg bara runt uttan at kenna mál og mið, segði Robbie í samrøðuni við SVT.

 

Tá journalisturin í sendingini spurdi, um hann var til reiðar at gevast tá, svaraði Robbie:

 

- Avgjørt. Sálarliga hevði eg sagt farvæl til tónleikalívið, segði Robbie.

 

Tað bleiv tó ikki so, tí Robbie gav í oktobermánaði í ár út nýggja fløgu, sum er blivin væl móttikin av Robbie-fjepparum.