Robert kom í neyð av flúgvandi borðiski

Hann ætlaði sær ikki at krógva seg burtur á eini balkong, tá ið hann sum 16 ára gamal spældi alment fyrstu ferð. Hansara ringasta upplivilsi í undirhaldi var, tá ið hann fortaldi eina søgu um jól í einum flúgvandi borðiski, og hann er væl nøgdur við, at tónleikur og undirhald ikki gjørdust til meira enn eitt ítriv í hansara lívi. Vit hava hitt Robert McBirnie, sum hevur undirhildið føroyingum í meira enn 50 ár.

Í mínum eygum sær hann út, sum hann altíð hevur gjørt. Ungdómligur og blíður, nú hann tekur ímóti mær heima í Eiriksgøtu í Havn. Hann hevur júst rundað tey 67 árini - vágbingurin, sum flestu føroyingar kenna sum sangara og undirhaldara. Og tað sæst ikki á honum – altso aldurin.

Hann er Robert McBirnie – hann er ikki sum hini, og eingin er sum hann.

Sum 16 ára gamal gjørdist hann poppsangari í Vági, síðani legði hann landið niður sum oddamaður í Faroe Boys, og sum um tað ikki var nóg mikið, so fekk Ísland sama túr.

Seinnu nógvu árini hevur hann skemtað, sungið og undirhaldið kring landið alt og í útvarpi, og meðan pensióneraðir lærarar vanliga fara í havan at lúka ókrút ella fara flótandi á flot, so brúkar Robert McBirnie sítt otium sum undirhaldari.

Og hóast hann hevur undihildið føroyingum í meira enn hálva øld, hevur hann ongar ætlanir um at gevast við tí fyribils – og hann er longu bókaður til tiltøk eitt ár fram.


Tóku stig fult út

Tað var upp undir jól í 1959, og at Robert McBirnie fyrstu ferð steig á pall á almennum tiltaki. Tað var heima í Vági, hagar nýggju poppvindarnir við gittarspæli og sangi eisini vóru komnir. Tað hevði verið nógvur tónleikur í Vági, men valið stóð fyri tað mesta millum harmonikkutónleik ella jazz.

Líka til hetta vetrarkvøldið í 1959, tá ið Robert og vinmenninir í bólkinum Red Boys gjørdu álvara av ætlanini um at spæla popptónleik fyri vágbingum. Framførslan var í Losjuni í Vági, har fólk vóru von við at verða undirhildin av harmonikkutónleiki. Teir, sum spældu harmonikku, sótu vanliga uppi á eini balkong, og tað var ikki meira, enn at dansifólki sá í skallan á tónleikarunum, sum spældu fyri teimum.

Soleiðis vildu Robert og teir ikki framføra. Teir tóku stigi fult út – upp á almennan pall, men ikki upp á nakra balkong.

- Vit vóru so frekir, at vit fóru niður undir at spæla. Stillaðu okkum undir balkongini. Tá ið fólk so komu at lurta, skiltu tey als ikki, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Tey stóðu bara og hugdu at okkum, meðan vit spældu teir 10 sangirnar, sum vit dugdu. Tá ið vit vóru lidnir við teir, var ikki annað at gera, enn at byrja av nýggjum upp á sangirnar, og vit máttu líkasum siga við fólk, at tey vóru væl komin at dansa til tónleikin hjá okkum. Hetta var so fremmant fyri tey, at tey vistu ikki, hvussu tey skuldu fyrihalda seg til tónleikin, men so byrjaðu tey at dansa, greiðir Robert McBirnie frá.

Útgerðin til framførsluna var beskeðin. Víst høvdu teir ljóðføri og slagverk, men forsterkarar og ljóðanlegg vóru so at siga ikki uppfunnin her á landi tá. Sangmikrofonina hongdu teir niður úr loftinum og settu hana í ein bandupptakara, sum kundi forstyrkja ljóðið nakað. Ein gittari varð settur til eitt Philips radio, sum Robert hevði stolið frá foreldrunum til framførsluna. Tað var tað – og tað var fínt. Red Boys spældu og undirhildu, og teir settu lív í Vágs bygd við popptónleiki.


Børn róptu “te-vatn og breyð”

Tað var sum sangari í Faroe Boys, at Robert McBirnie av álvara gjørdist landskendur og idoliseraður. Hann kom við í bólkin, eftir at hann flutti norður til Havnar at búgva, og upplagdi undirhaldarin kom sum kallaður, tí bólkurin manglaði sangara um tað mundið.

Faroe Boys gjørdust tað stóra navnið í føroyskum poppi í sekstiárunum, og Robert var sjálvsagt mitt í meldrinum.

- Vit vóru populerir, men eg haldi ikki, at tað var so øgiliga ógvusligt í Føroyum. Tað var eitt sindur meira í Íslandi, men tað var ikki nakað hysterí, sum teir stóru altjóða bólkarnir upplivdu. Tá ið plátan hjá Faroe Boys kom út síðst í 60’unum, var eg lærari í Klaksvík, og tá kom tað fyri, at onkur skúlabørn krógvaðu seg aftan fyri ein húsavegg og róptu “te-vatn og breyð” eftir mær, sigur Robert.

Faroe Boys fekk av álvara fótin fyri seg í høvuðsstaðnum, tá ið teir fóru at spæla til dans í Tórshøll sunnukvøld. Boð vórðu síðani eftir bólkinum úr Sjónleikarhúsinum, har teir fóru at spæla til dans mikukvøld.

- Vit skulu fáa ein part av inntøkunum frá tiltøkunum, men vit vóru rættiliga ivasamir, tí vit vistu ikki, um tað fór at koma fólk í dans hjá okkum mikukvøld. Men tað komu tað. Ferð eftir ferð var Sjónleikarhúsið pakkað við upp ímóti 700 fólkum, so tað riggaði sera væl, sigur Robert.


Íslendskur ruðuleiki

Faroe Boys endaðu eisini í Íslandi, har teir skuldu spæla til fleiri tiltøk tær tvær vikurnar, teir vóru har. Íslendingar vóru ikki so fegnir um, at útlendskir bólkar komu til landið at taka arbeiðið frá íslendskum tónleikarum, men Faroe Boys sluppu inn um mark.

- Áðrenn fyrsta tiltakið vórðu vit ávaraðir um, at tað var ikki vist, at tað fór at rigga hjá okkum. Kvøldið var eitt amerikanarakvøld, tey kallaðu, tí amerikanskir hermenn, sum hildu til í Keflavík, sluppu í býin hetta kvøld. So hildu íslendsku mannfólkini seg eitt sindur burtur, til amerikanararir skuldu heima á midnátt.

- Men tað vísti seg, at vit spældu nógvar amerikanskar sangir, og hermenninir dámdu okkum sera væl, og tá ið teir fóru heim, fyltist hølið einaferð afturat við íslendingum.

Dansur var frá klokkan 21 til 02 í Íslandi tá í tíðini, men Faroe Boys sluppu ikki av pallinum aftur.

- Tá ið klokkan bleiv tvey, og vit skuldu gevast at spæla, stóðu íslendingar og róptu “áfram” frammanfyri pallin. Vit hugsaðu ikki um, at tað var so strangt við tíðini, so vit spældu nakrar sangir afturat, men fólk vildu framvegis ikki lata okkum sleppa av pallinum. Tað bleiv so nógv troðka, at onkur datt upp á pallin og breyt eitt bein av el-klaverinum hjá okkum.

- Løgreglan plagdi at verða í nánd av dansihølinum, tá ið dansurin endaði, og tað bleiv ikki mætari hetta kvøldið, enn at løgreglan mátti leggja upp í fyri at fáa okkum av pallinum aftur. Vaktarfólkini til tiltakið megnaðu tað ikki einsamøll, sigur Robert.

Faroe Boys livdu sum rættar poppstjørnur í Íslandi. Teir spældu kring landið, og vóru eisini á flogi fyri at koma fram til eitt tiltak.


Svøríki kallaði

Faroe Boys fingu eisini til tilboð úr Svøríki, sum ljóðaði rættiliga lokkandi, og sum veruliga kundu ført teir longur fram á leið uttanlands. Svenska sjónvarpið sendi boð eftir teimum til eina væl umtókta leygarkvøldssending, har teir skuldu spæla live. Eisini fingu teir í boði at spæla til onnur tiltøk í Stockholm.

Men bólkurin fór ongantíð avstað. Tónleikararnir vóru budnir at skúla og øðrum í Føroyum, og tað bar ikki til at fáa frí.

- Fýra av okkum vóru sinnaðir at fara avstað líkamikið hvat. So mátti skúli verða skúli, og vit kundu altíð koma heimaftur. Men tá ið tað ikki bar til hjá øllum at fara avstað, so fóru vit ikki, sigur Robert.

- Eg eri ikki harmur um, at vit ikki gjørdu meira fyri at koma fram uttanlands. Eg hevði saktans viljað havt nakrar upplivingar afturat, men tað passaði mær fínt, at eg fyrst og fremst spældi tónleik og undirhelt her heima, sigur Robert.

- Tónleikurin og undirhaldið hava altíð verið eitt ítriv hjá mær, og tað havi eg havt tað fínt við. Kanska var ein dreymur har einaferð um at sleppa uttanlands at spæla tónleik, men eg havi ongantíð hildið, at eg havi forsømt ein møguleika, tí eg havi havt tað sera gott við tí, sum eg havi gjørt. Eg treivst væl sum lærari, kundi spæla tónleik í frítíðini og fekk eisini brúkt tónleikin í arbeiðnum hjá mær, sigur Robert.


Tann mest kiksaða løtan

Í meira enn 50 ár hevur hann spælt, sungið, skemtað og undirhildið føroyingum, og tað hevur hann dugað framúr væl.

- Hóast eg havi nógvar royndir, so havi eg altíð fyrireikað meg væl til mínar framførslur. Fólk siga, at eg kann bara rysta okkurt úr ermuni, men so lætt er tað ikki. Tað skal síggja soleiðis út, men aftan fyri liggur nógv fyrireiking. Tað er bert, tá tú ert tryggur við tína framførslu og veitst, hvat tú skalt, at tú kanst fara av sporinum við hvørt og improvisera, sigur Robert.

- Eg minnist bara einaferð, at tað fullkomiliga kiksaði hjá mær, tá ið eg skuldi undirhalda. Tað var í eini veitslu í einum klubba á bygd. Eg brúkti ein monolog hjá Keld Petersen, sum æt “Jól í tí flúgvandi tallerkinum”. Hann var eitt sindur langur, eitt sindur tekniskur, men stuttligur, helt eg. Men tað hildu tey, sum vóru í veitsluni, ikki. Eg læs og læs og læs og gjørdi mítt besta, men eingin flenti. Eingin. Og eg kundi ikki bara steðga og siga “gott er”. Eg mátti halda fram til tann bitra enda, sjálvt um eingin uttan eg helt tað verða stuttligt. Tá ið eg var liðugur, klappaðu fólk høfliga, men tá sat eg við sveittabroti, tí tað ræðuligt fyri meg. Tað er tann ringasta løtan, sum eg havi upplivað í undirhaldi øll hesi árini.

- Tíbetur høvdu vit ymiskt annað á skránni hetta kvøldið, eisini okkurt lokalt skemt, og tað reddaði okkum í land.


Otium við undirhaldi

Í hesum døgum markerar Robert McBirnie, at tað eru liðin 50 ár, síðani hann byrjaði at undirhalda. Hann hevur givið savnsfløgu út, og í næstum hevur hann konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn.

- Eg tími framvegis væl at undirhalda og spæla tónleik, og eg havi ongar ætlanir um at gevast fyribils. Eg eri biðin til tiltøk eitt ár fram, og eg trívist betur enn nakrantíð við at undirhalda.

- Síðani eg gavst sum lærari fyri góðum trimum árum síðani, hevur tað virkað lættari at skula út at undirhalda. Eg havi ikki havt eina strævna viku aftanfyri meg, og kann tí fyrireika meg væl til mínar framførslur, sigur Robert.

So meðan aðrir pensióneraðir lærarar fara at skriva eitthvørt, passa seyð, rógva út ella hugna sær í havanum, so heldur Robert McBirnie fram sum undirhaldari, skemtari og tónleikari.

Og Robert er til at kenna aftur, hóast hann er farin um pensiónistaaldur – frískur, blíður og skemtingarsamur.

Robert er ikki sum hini – og eingin er sum Robert.


***



Fimm skjótir


Skulu vit drepa grind?

- Ja, vit skulu halda fram at drepa grind, og vit skulu gera tað ordiligt. Tað er blivið nógv betur við drápinum, men vit skulu allatíðina hugsa um, at gera tað enn betri. Vit skulu ikki lata okkum kroysta av umhvørvisfelagsskapum, sum vilja hava okkum at gevast við grindadrápinum. Hóast mælt verður frá at eta grind, so eti eg grind, tá eg havi møguleika til tað.


Hvat heldur tú um løgmann?

- Hava vit nakran løgmann?


Hvat dámar tær junk-food?

- Eg leggi einki í pizza og slíkan mat. Men mær dámar væl at fáa eina hotdog við eini reyðari pylsu, tá ið eg komi til Danmarkar. Tað er nakað av tí fyrsta, eg geri, tá ið eg eri í Danmark. Annars dámar mær best føroyskan mat – ikki minst fisk.


Hvussu er við veðrinum í Føroyum?

- Tað kundi avgjørt verið betri. Ein langur vetur við vánaligum veðri kann verða rættiliga súrur. Mær dámar væl at sleppa suður eftir í sólina at halda feriu.


Skal stripp bannast í Føroyum?

Nei, tað haldi eg ikki. Lat tey endiliga strippa, sum hava hug til tað. Um eingin hugdi eftir tí, so forbjóðaði tað seg sjálvt.