Robert Mc´Birnie er ein stovnur í føroyska tónleikaheiminum og nú hevur hann ikki færri enn 50 ár á baki. Í hesum sambandi gevur Tutl eina fløguboks út við nógvum av tí, slitsterki tónleikarin og undirhaldarin hevur framført tey seinastu 50 árini.
Robert er kendur frá bæði barnaútvarpi, dansihølum og sum tættayrkjari í eitt nú V4.
Í boksini eru tríggjar fløgur við 36 skeringum og í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum tann 25. februar.
Tað var fyri 50 ár síðani, at Robert stovnaði bólkin Red Boys saman við øðrum og teir spældu í Vági.
- Øll hesi mongu ár havi eg havt tann stóra heiður at hava spælt saman við nøkrum av teim dugnaligastu tónleikarunum, vit eiga í landinum, og tað eri eg sera takksamur fyri, sigur Robert Mc`Birnie.
Frá Red Boys gekk leiðin til Faroe Boys og síðani gekk tað slag í slag.
Øll árini hevur hann gjørt løg og sett orð til kend løg.
- Nakað av hesum tilfari er á single-plátum og kasettubandi, men ein stórur
partur av tættum og barnasangum finst bert í bandasavninum
hjá Útvarpinum, men nógv av tí er nú leitað fram aftur.
À myndini er Robert næst ytst vinstrumegin, saman við legendariska Faroe Boys.