Havnarkórið sum hevur úr at gera við at fyrireika framførslu av Händels Messias leygardagin og sunnudagin 1. og 2. desember, tekur sær eisini stundir til frammíhjá íblástur.
Kórið hevur nú um vikuskiftið vitjan av gitna svenska kórleiðaranum Robert Sund. Á skránni er bædi klassiskur og rytmiskur tónleikur, við tað at arbeitt verður vid Bach-motettini "Jesus, meine Freude" og við evergreens sum "With á little help", That old lucky sun","Blue skies","The old piano blues" og fleiri av úr somu skuffu.
Ivaleyst verður hetta ein heilt serlig uppliving fyri Havnarkórið og helst eisini fyri áhoyrararnar á konsertini í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16.00.