Fótbóltsyrkisleiðin hjá Roberto Carlos endar í Dagestan hjá einum liði í tí bestu russisku fótbóltsdeildini 37 ára gamli brasilski fótbóltsspælarin, Roberto Carlos hevur havt eina ótrúliga yrkisleið, sum fótbóltsspælari. Hann spældi 125 landsdystir fyri Brasil, og eydnaðist tað honum at vinna heimsmeistaraskapið við Brasil í 2002. Hann spældi eisini 370 dystir fyri Real Madrid, og var við til at vinna Champions League heilar tríggjar ferðir.
Í 2007 skifti Roberto Carlos frá Real Madrid til turkiska liðið Fenerbache, áðrenn hann í 2010 fór heim til Brasil, fyri at spæla við Corinthians.
Nú er Roberto Carlos so komin aftur til Europa at spæla fótbólt. Hesaferð er brasilski spælarin endaður í tí russiska lýðveldinum Dagestan, sum liggur í Kaukasus, vestanfyri Kaspiska Havið. Leygardagin skrivað Roberto Carlos undir sáttmála við felagið FC Anzhi Makhachkala, sum spælir í tí bestu russisku fótbóltsdeildini.
Eftir tí sum frættist, so er talan um ein tvey ára sáttmála, sum gevur Roberto Carlos fimm miljónir evrur um árið, so eftir tað russiska fótbóltsævintýrið kann hann gevast við góðari samvitsku, sambært tíðindastovuni Reuters.
Tíðindastovan Reuters skrivar eisini, at vinstri bakkurin ikki hevur verið serliga væl umtóktur í felagnum Corinthians í heimlandinum Brasil. Fjepparar hjá Corinthians hava m.a. lopið á spælarabussin við steinum í stórari vreiði yvir, at felagið reyk út úr tí suðuramerikonsku kappingini fyri felagslið, Copa Libertadores.