? Tað næsta vit fara at spæla, er ein vøgguvísa, sum eg plagi at syngja fyri dóttir míni.
Svartklæddi sangarin Ian Gillan eftirlíknar eini mammu, sum rurar sítt barn í blund, meðan orgulið hjá Jon Lord varisliga brummar í bakgrundini.
? Hon er bara 14 ár, leggur hann afturat, og so fer alt í luftina.
Ljósini á pallinum bleiktra sum snarljós, og hátalararnir spræna ljóðini hjá teimum fimm limunum í Deep Purple út í KB-høllina.
Speed King drønar avstað og konserthøllin í danska høvuðsstaðnum kókar.
Ein tími er farin av konsertini við enska rockbólkinum, og enn ein klassiskur rocksangur hjá teimum lívligu rockabbunum verður spældur fyri teimum lívligu áhoyrarunum.
Deep Purple eru á konsertferð í Europa, 30 ár eftir at bólkurin hevði síni fyrstu hit, og nú hava vindarnir ført til Keypmannahavn. Teir koma úr Helsinki og næsta konsertin verður í Stockholm.
Deep Purple hevði sína bestu tíð í 70?unum, tá teir mentu seg til at verða millum bestu rockbólkarnar í heiminum. Saman við bólkum sum Led Zeppelin og Black Sabbath løgdu teir støðið fyri rocktónleikin í 70?unum, og so seint sum í mai mánaði í ár góvu Deep Purple eina nýggja fløgu út.
Uttan Blackmore
Tað hevur verið nógv klandur og stríð í bólkinum, men nú lýsa teir fimm tónleikararnir av gleði, tá teir standa á pallinum og spæla nakrar av bestu og kendastu rocksangunum sum eru gjørdir.
Upprunaligu limirnir í bólkinum ? Ian Gillan, Jon Lord, Roger Glover og Ian Paice ? eru allir farnir um tey 50 árini, og við sínum 58 árum er orgulspælarin Jon Lord aldursforseti í bólkinum.
Tiltikni gittarspælarin Ritchie Blackmore, sum hoyrir til upprunaligu manningina, er ikki longur við. Hann hevur verið so ringur at hava við at gera, at hinir fýra vilja ikki hava hann við. Tí er tað tann »bert« 44-ára gamli Steve Morse, sum nú ræður yvir teimum seks gittarstreingjunum í bólkinum.
Og tað ger hann væl. Hann er trúgvur móti gamla Deep Purple ljóðinum, men á teimum nýggju sangunum setur hann sín egna dám á og støvar 70?ara ljóðið eitt sindur av, uttan at tað tó oyðileggur heildina.
Svensk parodi
Konsertin við Deep Purple byrjar við einum tíma saman við svenska bólkinum Hammer Fall.
Teir hita upp, sum tað plagar at eita.
Men tað er eingin sum blívur heitur.
Ljóðið er ikki tað besta, ljósið sum í einum diskoteki, áðrenn ravmagnið var uppfunnið, og bert eina lítla løtu ? tá teir spæla Man on the Silvermountain hjá Rainbow ? ljóða teir sum nakað annað enn ein parodi uppá ein rockbólk.
Eftir at teir hava spælt lagið, sum øll vildu hoyra ? tað seinast ? hava takkað fyri seg ? á svenskum ? og biðið fólk um at keypa fløguna hjá sær, fara teir av pallinum, ljósini í høllini verða tendrað, og so verður gjørt klárt til høvuðsnavnið.
Og tá ensku rockarnir verða sleptir leysir á pallinum, er sum vent í holuni. Ljóðið er framúr, og ljósini, hóskandi við nógvum korkalittum strálum, lýsa upp í myrkrinum, og á pallinum seta teir í Deep Purple hol á eina rundferð gjøgnum 30 ár við rocki, buldri og braki.
Nýtt og gott gamalt
Tað er nýtt og gott gamalt, betri enn Arni Thomasen kann blanda tað, og tað verður spælt við lív og sál. Nakrir av sangunum av fløguni Abandon, sum kom út fyrr í ár, fáa sína søk fyri. Any fule kno that og Seventh Heaven skara framúr, og við tí orkufulla gittarspælinum hjá Steve Morse verða sangirnir lyftir upp ímóti tí, sum Deep Purple gjørdi fyri 20 árum síðani.
Men tað er tá rockabbarnir fara eitt sindur longur niður í lumman og draga hittini frá 70?unum upp, at áhoyrarafjøldini rættiliga fær veingir.
Eitt av hæddarpunktunum er, tá kendasti sangurin hjá Deep Purple, Smoke on the Water, verður spældur. Hann hevur annars ikki verið á skránni konsertkvøldini frammanundan hesum, men meðan sangurin við tí kenda gittarriffinum rungar, er tað ilt at ímynda sær, hvussu Deep Purple kunnu fara á pallin og niður aftur, uttan at bjóða uppá hendan legendariska rocksangin.
Og sjálvt um teir hava spælt sangin nógvar hundrað ferðir fyrr, gera teir tað framvegis líka inniliga, sum teir plagdu at gera í 70?unum, og tað ljóðar framvegis gott.
Tað er eyðsýnt, at Deep Purple framvegis eru fegnir um at verða á pallinum, at spæla saman og at síggja áhoyrarnar hugna sær. Teir liva allir sum familjumenn nú, og langt er frá lívinum í 70?unum og til tað, teir nú liva, men tá streymur verður settur á ljóðførini, og fólkið savnast frammanfyri pallinum, er tað sum teir verða gandaðir aftur í fortíðar stórform.
Jon Lord stendur aftanfyri orgulið við sínum gráa hárið í einum hestahala og sólbrillum uppi á nøsini, David Glover smílist og smílist, meðan hann stýrir bólkinum við sínum bassgittar, og aftanfyri trummurnar situr ein íðin Ian Paice og líkist einum pensióneraðum sjórænara.
Halda fast í
farnari stórtíð
Og skuldi onkur havt vánaligt útsýnið til pallin, so kann tað síggjast á áhoyrarafjøldini, at talan er um ein gamlan bólk. Tað er ein rúgva av tilkomnum fólkum í KB-høllini hetta hóskvøldið, og langt er ímillum tey heilt ungu.
Og fólkini eru ymisk.
Har eru tey, sum eru vaksin frá 70?ara rockinum, og nú meira líkjast fólkum, tú kanst hitta á teimum bonaðu gólvunum, men sum alíkavæl í tveir tímar vilja leita aftur til farnar dagar.
Har eru tey, sum í gerandislívinum stórtrívast aftanfyri diskin á almennu stovum, ella sum tú bara hittir í sosialpedagogiskum høpi, og tey hava lagt stranga eygnabráið í niðastu skuffuna heima við hús.
Og so eru tað tey, sum við tí uttasta av fingraspíssunum halda fast í eini farnari stórtíð, við eini svartari T-shirt stramt um vaksandi búkin, ringi í oyranum og eini øl í hondini.
Men í einum ruðuleika av ljósi og larmi savnast hesi fólkini aftur í einum samanhangi, sum tey annars bert kunnu droyma seg aftur í.
Tey liva við tónleikinum, syngja, veipa við ørmunum, og smílast stundum, tá onkur góð løta rennur fram fyri tey aftur.
Tey eru so nógv afturi í 70?unum, sum tey kunnu verða.
Verdugt punktum
Einasta fløgan av týdningi, sum Deep Purple hevur gjørt seinastu tvey ártýggjundini, er Perfect Strangers frá 1984, og av henni spælir bólkurin titulsangin.
Teir spæla eisini Ted the Mechanic, Woman from Tokyo og Lazy, og tá teir fara av pallinum klokkan hálvgum ellivu, hálvanannan tíma eftir at teir fóru í gongd, munnu teir neyvan halda, at teir sleppa so lætt.
Teir verða sjálvandi róptir uppaftur á pallin, og eftir enn ein sang av nýggju fløguni, seta teir eitt verdugt punktum við tí frálíka Highway Star.
? Takk fyri. Tit eru framúrskarandi, sigur Ian Gillan fyri sjeyndu ferð hetta kvøldið, og so fara teir av pallinum, og hóast fólkið vil hava teir upp aftur, verður ljósið í høllin tendrað.
Deep Purple hava víst spæligleði, sum tað ikki er vanligt at síggja hjá 30-ára gomlum bólkum, og hóast teir nærkast pensiónsaldrinum, er tað eitt fornermilsi at biða teir leggja tónleikin á hillini.
Ið hvussu so er so leingi, sum teir spæla so væl!
Deep Purple hava seinastu 30 árini spælt kompromisleysan rocktónleik. Teir vóru millum størstu tónleikabólkarnar í 70?unum, hildu fram við at gera vart við seg í 80?unum, og eisini í 90?unum hava teir givið fleiri fløgur út.
Seinasta fløgan, Abandon, kom fyrr í ár, og hon fekk lunkaða móttøku. Men síðani Deep Purple setti hol á nýggja konsertferð í ár, hava lovorðini verið mong. Serliga er tað tí, at bólkurin framvegis spælir teir gomlu klassikkarnar við ídni og sál.
Av teirri manningin, sum í 1970 hevði sítt fyrsta hit í Onglandi, manglar bara ein í dag. Tað er tiltikni gittarspælarin, Richie Blackmore, sum tvær ferðir er farin úr bólkinum, seinast miðskeiðis í 90?unum. Nú er tað Steve Morse, sum stendur fyri gittarspælinum í bólkinum.
Hinir fýra limirnir í bólkinum eru teir somu, sum tá Smoke on the Water, Highway Star og Child in Time sóu dagsins ljós. Ian Gillan, sum hevur havt konsertir í Føroyum, syngur, Roger Glover spælir bass, Ian Paice trummur og Jon Lord orgul og keyboard.
Eftir konsertina í Keypmannahavn fyrrakvøldið helt bólkurin leiðina fram til svenska høvuðsstaðin Stockholm.