Føroyingar hava møguleika at hoyra rocktónleik, tá Spunk Band fer á pall á føroyska vertshúsinum Skarv í Keypmannahvn í kvøld. Spunk er ein nýggjur og sermerktur bólkur, ið kemur úr Keypmannahavn. Tað, sum ger Spunk Band so sermerktan er, at bólkurin spælir kendan, vælumtóktan tónleik, men ger sína egnu útseting av hesum tónleiki. Bólkurin spælir alt frá tí nýggjasta pop tónleikinum, til kendar rockslagarar
Spunk Band er samansett av royndum tónleikarum, sum millum annað hava spælt við bólkum sum Funkstar De Luxe, Tue West, MTV-jam og Anders ?Anden? Matthesen.